Neistin amast at toppinum

Neistin hevði ikki stórvegis trupulleikar av Søljuni, og eru nú bert tvey stig frá heiðursmerkjaplássunum

Hondbóltur

Søljan og Neistin avgreiddu leygardagin sín seinasta setning fyri jólasteðgin, tá liðini bæði hittust á Giljanesi. Roknast kundi við, at stigini skuldu fara av aftur oynni, og hendan setningin megnaði Neistin at greiða.
Tað nógva av fyrra hálvleiki var tó millum lítið og einki, sum skilti liðini bæði. Neistin royndi at halda seg nakað frammanfyri, men tað eydnaðist tó vertunum at svara aftur hvørja ferð, men seinastu løtuna glapp tó av álvara. Neistin leyp frá 12-11 upp til 18-13, og tá tær so eisini øktu beinan vegin í seinna hálvleiki, so var leyst og liðugt.
Søljan megnaði heldur ikki at svara aftur eftir hetta, og so kundu tær hjá Neistanum róliga koyra trygga sigurin heim.

Og við sigrinum er Neistin av álvara farin at leggja seg upp ímóti oddinum. Har eru tær nú bert tvey stig aftan VÍF, og heldur núverandi støðan sær til grundspælið, so verður tað bert eitt stig, sum skilir liðini frá øðrum til fjórða plássið.
Tað skal tó leggjast afturat, at tey í Neistanum hava ein av teimum heilt truplu dystunum eftir. Í seinasta umfarinum av grundspælinum skulu tær nevnliga til Vágs, har VB ivaleyst fer at leggja nógv fyri í royndunum at vinna Stjørnuna aftur.

Dysturin í tølum
Søljan-Neistin 22-32 (13-18)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu 11(5), Heidi Maria Akselsen 5(1), Petra Thomassen 2, Arnleyg Haraldsen 2, Jana Jacobsen 1
Neistin: Simona Dziugyte 11, Ása á Neystabø 8(4), Lina Andrijulyte 7, Jórun Ludvig 3, Marjun Tróndarson 1, Lív Sørensen 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: Søljan 7, Neistin 4
Útvísingar: Søljan 3, Neistin 2
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Sverri Justinussen