Tveir dystir í kvinnudeildini vóru í vikuskiftinum, og úrslitið av hesum dystum høvdu við sær, at StÍF fyri fyrstu ferð í ár er einsamalt á odda í kvinnudeildini.
StÍF spældi leygardagin móti Stjørnuni í høllini á Skála, og tær vunnu tryggan sigur. Streymslit var leygardagin og hetta gjørdi, at allir 60 minuttirnir vóru ikki spældir. Liðini samdust um at gevast, tá tað restaðu fimm minuttir og munurin millum liðini var so stórur, at einki gjørdist hjá Stjørnuni.
StÍF legði harðliga fyri og tað gjørdist beinanvegin greitt, at tær ætlaðu sær at vinna. Tær vór á odda 7-1 tá 13 minuttir vóru spældir, 11-3 tá 23 minuttir vóru spældir og í hálvleikinum var støðan 15-6. Stjørnan kláraði sostatt bert at gera seks mál móti sterku StÍF-verjuni fyrra hálva tíman.
Í seinna hálvleiki gekk meiri javnt á, og Stjørnan gjørdi fleiri mál enn í fyrra hálvleiki, samstundis sum StÍF ikki hevði eins lætt spæl.
Men Stjørnan kláraði ongantíð at taka seg inn á StÍF, sum helt trygga leiðslu allan dystin, og tá liðini góvust at spæla fimm minuttir fyri leiklok, var støðan 25-14 til StÍF.
Neistin hevndi tapið
Kyndil og Neistin spældu fyri aðru ferð í á oddadyst, og hesaferð var tað alneyðugt hjá Neistanum at vinna dystin, skuldu tær ikki detta ov langt niður á stigatalvuni.
Kyndil hevði ikki alt sítt fólk við, og millum annað var Lotte Sørensen farin av landinum í jólafrí.
Kyndil kom tó sea væl fra´byrjan og fyrstu 10 minuttirn var Neistin um ein háls av Kyndli. Verjan hjá teimum grønu riggaði væl og í álopinum skoraðu tær fleiri mál. Støðan var 5-0, tá Neistin fekk sítt fyrsta mál, men so tók meistaraliðið sær um reiggj, tær fingu skil á liðið og fóru fram um 6-5 eftir 10 minuttum.
Í hálvleikinum var Neistin frammanfyri 10-8, og sjálvt um Kyndil gjørdi ein vørr beinanvegin í seinna hálvleiki, og stríddist óført allan dystin, kláraði Neistin at fara fram um aftur og halda leiðsluna.
Inga Danberg var toppskjútti hjá Neistanum, hon gjørdi átta málum, Kára á Dunga gjørdi fimm mál og Mildið Jacobsen fýra.
Hjá Kyndil var Jacklin Durhuus, sum er úr Vestmanna, men spælir í Havn, toppskjútti við seks málum og Ann Hansen gjørdi fimm.