Neistakvinnur taptu í kvøld tepurt ímóti rumenska CSM Ploiesti í høllini á Hálsi í kvøld. Ígjøgnum dystin var lítil og ongin munur á liðunum, men at enda vann Ploiesti 26-24 ímóti føroysku greipuvinnarunum í kvinnuhondbólti.
Til hetta kappingarárið hava neistakvinnur fingið nakað so sjáldsamt sum ein brasilskan hondbóltsvenjara. Hann eitur Danilo Gagliardi, og eftir kvøldsins dyst sigur brasiliumaðurin, at hann er væl nøgdur við avrikið hjá sínum kvinnum.
- Munurin á liðunum var tann, at vit tóku nakrar skeivar avgerðir. Okkara kvinnur eru ikki vanar við at spæla í slíkum, stórum evropeiskum dystum, men vit spældu sera væl, og dysturin var ógvuliga javnur. Men í einum slíkum dysti eru tað smáir marginalar, ið gera munin. Í nøkrum avgerandi løtum tóku vit nakrar skeivar avgerðir, og tað kostaði. Men onki óvanligt er í tí. Vit hava fingið nakrar virðismiklar royndir í kvøld, og eg eri sera væl nøgdur við avrikið hjá gentunum, sigur Danilo Gagliardi.
Í næstu viku spælir Neistin returdyst í Rumenia. Hóast heimadysturin varð taptur, so trýr Danilo Gagliardi uppá, at neistakvinnur kunnu venda tapinum til ein samlaðan sigur.
- Eg vænti, at returdysturin eisini verður javnur. Hinvegin veit eg ikki, um Ploiesti fer at hava nakrar spælarar við afturat, men um vit spæla ímóti umleið tí sama liðnum, sum vit gjørdu í kvøld, og vit halda okkara støði, so ber tað til at vinna ímóti Ploiesti, sigur Danilo Gagliardi.
Merkisvert við kvøldsins dysti var, at rumenska mótstøðuliðið bert hevði átta leikarar við til dyst. Danilo Gagliardi væntar, at Ploiesti hevur ein breiðari hóp við næstu ferð. Hann sigur eisini, at hann gleðir seg til komandi kappingarárið.
- Helst hevur Ploiesti nakrar fleiri leikarar við í næsta dysti, tí at dysturin í kvøld var so javnur. Vit taka ein fullan hóp við til Rumenia. Umhvørvið í felagnum er sera gott, og eg vóni og vænti, at vit hava eitt gott kappingarár framman fyri okkum, segði Danilo Gagliardi at enda.