Tað hevur verið langt millum snapsirnar. Seinast var tað 22 ár, hesu ferð átta.
Tá Áki Mørk í seinastu løtu staðfesti sigurin á 23-21 móti StÍF á Skála leygardagin, staðfesti hann samstundis fyrsta føroyameistaraheitið hjá Neistanum síðan aldarskiftið. Tað hevur ikki verið gerandisdagur í høvuðsstaðarfelagnum um páskini, nú Havnar býur er málaður bláur. Frálíkt ungdómsarbeiði seinastu árini undir leiðslu av núverandi venjaranum hjá StÍF, Claus Rasmussen, løgdu lunnar undir væl eydnaða kappingarárið í ár. Claus Rasmussen kundi tó einans hyggja at sínum fyrrverandi liðfeløgunum, sum leygardagin fegnaðust um gullheiðursmerkið.
Seinni finaludysturin á Skála lýsti væl kappingarárið hjá Neistanum. Teir hava runnið aftaná StÍF í øllum kappingarárinum, og soleiðis var leikgongdin eisini leygardagin. Í seinasta takinum vísti tað seg, at bláu havnarmenninir fóru avstað við øllum og kunnu nú rópa seg nú føroyameistarar í manshondbólti 2008.
Heimaliðið tamarhald á
Tað hevur helst ofta kenst svárt hjá Sveini Justinussen at spælt hondbólt. Hann hevur seinnu árini staðfest sítt pláss millum teir bestu hondbóltsleikararnar, sum Føroyar hava uppalt. Hann hevur eginleikan at avgera dystirnar, og nær um hvørt vikuskiftið hevur hann avgerandi týdning, tá StÍF sigrar. Mótstøðuliðini halda tí ofta eitt vaki eyga við landsliðsleikaran, og hetta var sjálvsagt við í upplegginum hjá Neistanum. Teir mansvardu Svein Justinussen í stórum løtum av dystinum, og hetta tók broddin av atsóknunum hjá heimaliðnum. Neistin legði bragdligari fyri, og ein vælleikandi Jugoslav Djumic var ein støðug hóttan. StÍF ressaðist við aftur og vann sær eina lítla leiðslu. Heimaliðið hevði tamarhald á verjupartinum, meðan skjúttarnir tóku av møguleikanum, tá skjótast skuldi á málið hjá Jacob Larsen. Teir av skálafjørðinum vóru á odda í hálvleikinum við 13-11.
Neistin avgjørdi
Neistin vann fyrra dystinum millum liðini við einum máli. Javnleikur var tískil nóg mikið hjá høvuðsstaðarfelagnum. Við geyðlandi áskoðarunum í rygginum og frálíka útgangsstøðinum komu havnarmenninir inn til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður. Teir vunnu seg skjótt á javnt, men so steðgaði fullkomiliga upp. Ikki einans hjá Neistanum, men eisini á heimaliðnum. Málverjarnir vóru ongantíð settir undir veruligt trýst, og teir tóku sær lættiliga av forkølaðu skotroyndunum. Tað tóktist, sum tað brádliga kom leikararunum til hugs, hvør týdningur lá handan seinastu minuttunum. Sendingarnar vóru óneyvar, og nógv óneyðug mistøk vóru. Líka til, at leikandi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, tók ábyrgd. Hann bankaði bóltin framvið Marian Cirloganescu til støðuna 20-19, og bláu fjepparnir kókaðu. StÍF royndi at svara aftur, men teir megnaðu ongantíð at seta Neistan undir veruligt trýst. Tá Áki Mørk í síðsta minuttinum staðfesti sigurin á 23-21 var eingin ivi. Eftir átta ára bíðitíð er Neistin aftur føroyameistari. Hóast Claus Rasmussen byrjaði stóra arbeiðið í felagnum fyri árum síðani, so fekk hann einki gullheiðursmerki fyri sítt avrik hendan dagin. Ingi Olsen hevur leitt liðið seinasta fetið, og høvuðsstaðarfelagið kann nú lata seg fagna. Teir hava runnið aftaná StÍF seinastu mánaðirnar, men tá tað stóð á var vunnu teir uppiborið. Viðhaldsfólkini runnu alt fyri eitt inn á vøllin at heiðra sínum hetjum, og rómurin var øgiligur, tá Karl Odmar Rasmussen tók ímóti steypinum.
Neistin er aftur á ovastu rók í føroyskum manshondbólti, og vit á Sosialinum ynskja teimum tillukku.