Tað hevur leingi ligið í luftini, at Neistin fór at strúka avstað við bronsuheiðursmerkjunum í Sunset-kappingini, tí liðið hevur verið væl betri enn tey niðaru liðini, samstundis sum tað ikki er eydnast Neistanum at fáa somu dygd í spælið sum tey bæði ovaru, Stjørnan og Tjaldur. Í gjárkvøldið fekst so eisini matematisk vissa fyri, at Neistin endar á triðja plássi.
Kvinnurnar hjá VÍF, ið hava verið eitt tað positivasta íkastið til kappingina í vetur, vitjaði Neistan á Hálsi, men her gjørdist tað ongantíð so spennandi, at stórvegis ivi var um, hvønn veg dysturin fór. Tað var nokk so javnt fyrstu løtuna, men so fór Neistin frá VÍF, ið ongantíð av álvara fekk fatur í heimaliðnum aftur.
Hálvleiksstøðan var 15-8 til Neistan, sum tó rendi seg í málturk ta allarfyrstu løtuna av seinna hálvleiki, tá VÍF gjørdi ein vørr. Eina løtu var støðan 16-12, men so fór Neistin aftur avstað og gav ongantíð VÍF møguleikan at koma innaftur í dystin. Heldur ikki, tá Neistin síðstu løtuna gav fleiri av teimum møguleikan, ið annars ikki hava spælt so nógv.
Serliga í verjuspælinum vísti Neistin góðar taktir, og ein spælari sum Liljan Djurhuus hjá VÍF, ið plagar at vera góð fyri nógv mál, fekk bert tvey mál í opnum spæli, tí paradurnar hjá Neistanum tóku tað nógva.










