Manshondbóltur
Einki er at ivast í, at teir bláu í Neistanum iðra seg grønar um vánaligu gongdina, sum rakti liðið fyrra partin av endaspælinum. Eftir at Neistin nú tykist hava fingið tamarhald á sínum niðurtúri, tykist túrurin nevnliga vera komin til hini liðini í deildini, og við eitt nú sigrum á H71 og Tjaldri ? har fekk Neistin bara eitt stig ? kundi liðið í dag sitið á oddasessinum í deildini.
Eingin ivi
Farið er tó farið, og tað fáa teir í Neistanum ikki gjørt so nógv við, men nú tykist tað kortini, sum um liðið aftur er í ferð við at ota seg uppeftir stigatalvuni.
Mikukvøldið vitjaði Neistin hjá Tjaldri, sum langt síðani tykist vera farið í summarfrí, og har fyri tað mesta eingin pardón. Hóast tað ongan tíð var talan um nakað stórt rykk, har Neistin við nógvum málum á rað setti alt upp á pláss, so var talan kortini um sera sannførandi avrik. Frá fyrsta bríksli byrjaðu teir at toga frá Tjaldrinum, og tó at heimamenninir líka sum fingu loyvi at vera í dystinum, so sýndi máltalvan longu í hálvleikinum, at her mundi mest sum alt vera liðugt.
Og í seinna hálvleiki helt gongdin fyri tað mesta fram. Kanska tóku gestirnir tað dekan ov róligt onkra løtu, soleiðis at Tjaldur fekk minkað nakað um munin, men rættiliga spennandi gjørdist tað ongantíð. Tá munurin var minstur, hevði Tjaldur minkað niður í fýra mál, men tá Neistin so aftur setti ferð á seinastu løtuna, so var leyst og liðugt.
Væl skal vilja til
Sum nevnt omanfyri, so tykist tað nú, sum um Neistin er um at fáa somu ferð á aftur, sum teir høvdu í grundspælinum. Kanska hava seinastu dystirnir verið ímóti mótstøðuliðum, sum á pappírinum teljast millum tey veikastu, men hinvegin eigur sálarligi týdningurin, sum tveir sigrar á rað kunnu hava fyri liðið, ikki at undirmetast. Og enn er kanska ikki ov seint hjá liðnum at fara eftir heiðursmerkjum, men so skal kortini ganga heilt væl. Liðið hevur tríggjar dystir eftir at leika, og eru hesir móti ávíkavist VÍF, StÍF og Kyndli!
Hjá Tjaldrinum tykist hinvegin ikki vera so nógv eftir at spæla um. Eftir eina lítla uppblóman tíðliga í endaspælinum, hava leikararnir nú fullkomuliga givið skarvin yvir. Hvørki vilji ella sál tykist vera í spælinum, og at botnsessurin longu nú er ein staðfesting, sigur eisini nakað um, hvussu illa árið hevur hilnast. Einasta málið hjá liðnum tykist í løtuni vera at fáa topskjúttan í deildini. Og sum Dragisa Stojovic tykist halda fram við stórskjóting sínari, so verður hetta helst eisini rokkið. Men so er eisini alt sagt.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Neistin 27-35 (11-19)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 14, Zoran Sarcevic 5, Tórur Thomsen 3, Arnfinn Langgaard 2(1), Ken Bærendsen 2, Uni Højgaard 1
Neistin: Morgan Knezevic 9(1), Ragnar Stakksund 6, Kári Mortensen 6, Áki Mørk 5, Dann Thorleifsson 4, Jón Ludvig 3, Helgi Justinussen 2
Brotskøst: Tjaldur 6, Neistin 1
Útvísingar: Tjaldur 3, Neistin 3
Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen.