Neistamenn halda ikki ein heilan dyst

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Rói Berg Hansen ásannar, at manglandi breiddin kostar Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Róa Berg Hansen hjá Neistanum, aftaná 22-31 (12-13) tapið hjá neistamonnum ímóti Kyndli.

 

- Tað er altíð súrt at tapa, og serliga at tapa ímóti Kyndli, slær Rói Berg Hansen fast í samrøðuni.

 

Um teir fyrstu 25 minuttirnar, sum Neistin vinnur 12-7, og teir seinastu 35 minuttirnar, sum Neistin tapir 10-24 sigur Rói Berg Hansen, at talan er um ein trupuleika, sum gongur aftur í nógvum dystum, at teir orka at spæla væl partar av einum dysti, men hava ikki breiddina til at halda ein heilan dyst. Hann ásannar, at tað er nakað, sum arbeiðast má við. 

 

Støðan í FTZ deildini :

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712053142710433
2VÍF205645125228
3Kyndil205334785523
4KÍF194434182522
5StÍF20527532-518
6Neistin20486514-2814
7Team Klaksvík19440643-2030