Neistamenn í hálvfinaluni

Faxe Kondi-kappingin: Við enn einum útisigri í Kollafirði hevur Neistin tryggjað sær hálvfinalupláss

Tríggir dystir eru spældir í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum í kvøld. Størsti spenningurin var í dystinum í Kollafirði, har KÍF og Neistin spældu avgerandi dyst um at vinna sæti í hálvfinalunum í steypakappingini. Í sama bólki, bólki 1, spældu H71 og H71 2 heldur týdningarleysan dyst, tí lagnan hjá hesum liðum var greið undan seinasta bólkaspælsdystinum.

 

Í bólki 2 var dystur í Vestmanna ímillum VÍF og StÍF, sum bæði høvdu tryggjað sær víðari luttøku úr bólkaspælinum undan síðsta dystinum.

 

Tað vóru neistamenn, sum drugu longra stráðið og fóru avstað við sigrinum í Kollafirði. Kollfirðingar byrjaðu annars betur og vóru á odda 9-4 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men seinnu helvt av fyrra hálvleiki átti Neistin fullkomiliga, tí neistamenn fóru til hálvleiks á odda 14-12. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Neistanum at varðveita leiðsluna allan seinna hálvleik, og endin var tann, at Neistin vann 28-23.

 

Tá ið Neistin í desember í fjør seinast var á vitjan í Kollafirði, vunnu neistamenn eisini - 25-21. Tískil var hetta aðru ferð á rað, at neistamenn fingu fulla úrtøku úr Kollafirði.

 

Í Hoyvík eydnaðist tað sum væntað H71 at vinna dystin ímóti sínum næstbestu. Níggju mál skiltu mansliðini í Hoyvík - H71 vann 32-23. Í fyrra hálvleiki eydnaðist tað H71 2 at fylgja nøkunlunda við, tí tað vóru ikki meira enn fýra mál, sum skiltu liðini í steðginum.

 

Í Vestmanna gjørdist bólkaspælsfinalan ímillum vestmenningar og strandingar sera spennandi. StÍF vann tó dystin tepurt, , og hevur sostatt vunnið bólk 2.

 

Endaligu bólkastøðurnar í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum eru hesar:

 

Bólkur 1:

 

1. H71 6 stig

2. Neistin 4 stig

3. KÍF 2 stig

4. H71 2 0 stig

 

Bólkur 2:

 

1. StÍF 6 stig

2. VÍF 4 stig

3. Kyndil 2 stig

4. Team Klaksvík 0 stig

 

Hetta merkir, at H71 og VÍF hittast í aðru hálvfinaluni, meðan StÍF og Neistin spæla í hinari.

 

Málskjúttarnir frá dystunum ímillum KÍF-Neistan og H71 2-H71 síggjast niðanfyri. Dómaraseðilin frá dystinum í Vestmanna vantar.

 

KÍF-Neistin 23-28 (12-14)

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Teitur Joensen 4, Andrias Nielsen 3, Rógvi Weyhe 3, Fríði Weyhe 3, Rúni Joensen 1 og Marcus Mølbjerg 1.

 

Neistin: Rói Berg Hansen 9, Teis Horn Rasmussen 8, Herbjørn Lava 4, Torkil Hentze 3, Frank Askildsen 3 og Torstein Balle 2.

 

H71 2-H71 23-32 (11-15)

 

H71 2: Vilhelm Poulsen 6, Boas Heinesen 4, Niklas Hanusarson 3, Hjalti Bachmann 3, Eindri Frýdal 2, Bergur Ákason 2, Andrias Gaard 1, Rani Højgaard 1 og Hjalti Joensen 1.

 

H71: Peter Krogh 6, Tróndur Arge 5, Andor Sivertsen 4, Sigmundur Nolsø 3, Hilmar Leon Jacobsen 3, Pætur Thomsen 3, Jónas Djurhuus 2, Dánjal Tórgarð 2, Helgi Hoydal 2, Bogi Gaard Davidsen 1 og Hans Kári Hansen 1.

 

VÍF-StÍF 27-28