Neistamenn fingu stig ímóti Kyndli

Neistin megnaði heldur óvæntað at fáa stig ímóti Kyndli eftir 18-18-javnleik í kvøld.

Tað var grannauppgerð í Atlantic Airways-deildini í høllini á Hálsi í kvøld, har Kyndil og Neistin hittust. Ósigraða og væl mannaða Kyndla-liðið var sum vera man favorittur ímóti Neistanum, sum sunnudagin vórðu avsmurdir ímóti VÍF.


Hóast Neisin var væl við fyrstu løtuna, so rann Kyndil frá teimum miðskeiðis í fyrra hálvleiki og kom á odda 6-2 og 8-3. Eina útvísing til Kyndil gagnnýtti Neistin tó væl og stríddi seg upp á 8-7 áðrenn liðini fingu hvør sítt mál í part afturat áðrenn hálvleik, soleiðis at støðan í hálvleikssteðginum var 9-8 til Kyndil.


Í seinna hálvleiki megnaði Neistin at vinna sær fyrimunin. Teir vóru leingi á odda við einum máli, men hóast á odda 16-15 og í yvirtali, so misnýtti Neistin at økja og endaðu síðani sjálvir í undirtali og komu afturúr 17-16. At enda javnaði Neistin til 18-18, og hóast bæði liðini fingu eitt álop í part at avgera tað, so gjørdist 18-18-javnleikur endaliga úrslitið.


Tað var serliga í verjupartinum, at Neistin stóð seg væl og stríddi seg fram til hetta stigið. Eisini Mikkjal Hansen í málinum hevði ein góðan dag og tók eina ørgrynnu av skotum frá Davidi Edvardsen og Finni Hanssyni, somuleiðis sum starvsfelagi hansara í Kyndla-málinum, Mladen Merimacka, hevði góðar bjargingar í avgerandi løtum.


Kyndil hevur nú fimm stig fyri teir fyrstu tríggjar dystirnar, meðan Neistin nú hevur trý stig.