Neistamenn eru ovurfegnir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tróndur Arge fekk orðið á Teis Horn Rasmussen aftaná 28-23 sigurin hjá neistamonnum norðuri í Kollafirði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Teis Horn Rasmussen, sum við sínum átta málum gjørdi sítt til, at Neistin vann 28-23 (14-12). Tíðliga í dystinum var KÍF á odda 9-4, men eftir hetta koyrdi tað, sum eftir ánni hjá Neistanum, sum nú skal spæla tvær hálvfinalur ímóti StÍF í Faxe Kondi steypakappingini.

 

Tróndur Arge fekk orðið á Teis Horn Rasmussen júst tá dysturin var liðugur. Teis tók dýran til um hvussu glaður hann var fyri at hava vunnið seg víðari í Faxe Kondi steypakappingini.

 

Tað sær ikki so gott út hjá Neistanum í landskappingini, og tí verður nógv satsað uppá steypakappingina, undirstrikar Teis Horn Rasmussen.