Neistamálverjin leikbannaður til finaluna

Neistin hevur í kvøld havt sína seinastu venjing undan steypafinaluni, sum verður leygardagin.

Eftir venjingina hevði Ingi Olsen, venjari, prát við spælararnar um uppleggið til steypafinaluna, og í hesum varð roknað við, at Ári Dam var annar av málverjunum.

Men tað er hann ikki. Eftir venjingina fekk venjarin nevnliga at vita, at leikbannið hjá Ára Dam er í tveir dagar.

- Sjálvandi er tað ikki nøktandi fyri okkum, at vit fáa boð, nú bara tveir dagar eru eftir til finaluna. Vit hava enntá rykt at fyri at vita, um talan varð um ein ella tveir dagar leikbann. Men vit hava einki svar fingið. Ikki fyrr enn nú.

- Og tað haldi eg vera undir alt lágmark. Tað sýnir í øllum førum eina vanvirðing fyri okkara fyrireikingum til dystin, og eg kann ikki ímynda mær, at hetta er ein framferðarháttur, sum Kappingarnevndin er serliga errin av, sigur Ingi Olsen.