Hondbóltur
Kollfirðingar hava í ár fleiri ferðir prógvað, at hóast liðið á pappírinum skuldi verið veikari enn tað, sum í fjør endaði á aftasta sessinum, so skulu teir so sanniliga takast í álvara.
Tí um nakað, so tykist liðið vera styrkt. Stríðsviljan hava teir altíð havt, og til tíðir hevur hetta eisini verið kombinerað við effektiviteti, har liðið eisini hevur hildið høvdinum kalt seinastu avgerandi minuttirnar. Nakað sum annars hevur verið mest eyðsýna mangulvøran hjá liðnum.
KÍF-eindin sterkari
Tað var tó ikki, tí teir høvdu so stóran tørv á hesum báðum lutum leygardagin. Neistin var komið á vitjan, og tað var skjótt sjónligt, at hetta skuldi ikki gerast nøkur møtumikil uppgáva hjá kollfirðingunum.
Neistin var í miðvikuni fyri eyðmýkjandi stórtapi í grannauppgerðini móti Kyndli, og tó at teir nú aftur høvdu Damir Oros á liðnum, so tóktist hetta ikki gera stórvegis mun.
Snøgt sagt, so tykist øll spæligleði og allur stríðsvilji í løtuni at vera sogin úr Neistanum. Longu frá byrjan av var sjónligt, at her var ikki nakað felags stev hjá leikarunum. Heldur varð roynt við óskipaðum einmansavrikum, og tá KÍF so samstundis megnaði at skumpa verjuna væl út móti sterku skjúttunum hjá teimum bláu, so lá tað líkasum í luftini, at heimaliðið skuldi fáa sigurin.
Og tann ábendingin gjørdist bara greiðari, sum minuttirnir gingu. Óprovokeraðu mistøkini gjørdust alt fleiri í tali, og tá retur-renningarnar at kalla ikki vóru til staðar, kundu KÍF-leikararnir veruliga dusa sær í góða plássinum.
Í botni
Nú skal avrikið hjá KÍF als ikki undirmetast, tí fram um nakað, so prógvaðu teir aftur hesaferð, at teir ætla at taka hvønn tann einasta møguleika, sum teir fáa.
Men 16 mál í samfullar 60 minuttir mundi ikki vera tað, sum bláu áskoðararnir høvdu vónað móti einum av liðunum, sum verður mett í veikara endanum av kappingini. Her má Neistin so bara ásanna, at teir sjálvir nú eru í veikara endanum, og tað kann í øllum førum staðfestast, at verða avrikini á sama støði framyvir, so gongur ikki long tíð, áðrenn teir eru avbyrgdir á botnsessinum.
Hjá KÍF man lagið vera øðrvísi betri fyri tíðina. Við sigrinum hesaferð komu teir upp á liðina á hoyvíkingunum, og eru teir soleiðis partur av heiðursmerkjastríðnum í bestu deildini. Um tað so er ein støða, sum fer at halda sær alt kappingarárið, er ein onnur søga. Men tað skal ikki vera nakar ivi um, at kollfirðingar sjálvir fara at gera alt tað, sum stendur í teirra makt, til tess at halda fast um góðu avrikini. Líka mikið hvør mótstøðan er.
Tíverri hava vit ikki fingið fatur á nøkrum dómaraseðli frá dystinum.










