Neistakvinnurnar vóru omaná í Vági

VB og Neisin í Hvonndeildini hittust í Vági seinnapartin í dag. Dysturin byrjaði javnt, og førdi Neisin allan fyrra hálvleik við einum og tveimum málum

VB og Neisin í Hvonndeildini hittust í Vági seinnapartin í dag. Dysturin byrjaði javnt, og førdi Neisin allan fyrra hálvleik við einum og tveimum málum.

 

Í seinna hálvleiki legði VB hart út, og eftir nakrar minuttir vóru tær á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Tær førdu stóran part av seinna hálvleiki.

 

Men tá átta minuttir vóru eftir av dystinum, kom Neistin aftur framum, og tá megnaði VB ikki at svara aftur.

 

Dysturin endaði 23-20 til VB.

 

VB hevur styrkt seg við nøkrum útlendskum leikarum, og var tað Danijela Mistric, sum gjørdi nógv um seg, og eina løtu mansvardi Neistin hana.

 

Hjá Neistanum høgdi Marjun Danberg ferð eftir ferð bóltin í netið, og VB kvinnurnar royndu eisini at mansverja hana.

 

Toppskorarar hjá Neistanum vóru:

 

Toppskorarar hjá VB vóru:

Marjun Danberg 7 mál

Eir Berg 6 mál

Birita Jakobsen 4 mál

 

Danijela Mistric 6 mál

Ivana Jakelja 6 mál

Rannvá Johannesen 3 mál

 

 

Dómarar vóru Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen.