Neistakvinnur tryggjaðu sær eina rímiliga góða útgangsstøðu áðrenn seinnu hálvfinaluna um tvær vikur, tá tær við einum av sínum bestu avrikum í hesum kappingarárinum vunnu 22-19 á VÍF.
Men enn einaferð mundi VÍF komið afturíaftur, eins og tær gjørdu í landskappingini, tá dysturin teirra millum í Havn endaði við javnleiki 25-25.
Tað hevði kortini verið spell, um so varð, tí Neistin var betra liðið mikukvøldið. Serliga í byrjanini av dystinum og tað mesta av fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum.
Neistaverjan var sterk, og kontraálopini riggaðu væl. Hjá VÍF legði Ioana Rapa fyri við einum drønandi langskoti, men síðani fekk hon einki burturúr í álopinum (og gjørdi tvey brotskøst í verjuni), og Jacklin Durhuus kom als ikki í gongd í fyrra hálvleiki. Hon spældi yvirav Súnu Mørk, sum var ein av teimum bestu í Neistaverjuni.
Ein hevur havt varhugan av, at tá hvørki Ioana ella Jacklin fáa tað burturúr, sum tær vanliga fáa, fær VÍF-liðið stórar trupulleikar. Og mikukvøldið fingu vit so prógv fyri hesum.
Ioana rakti ikki málið, og Jacklin kom als ikki til skot. Innspælini til strikuna blivu eisini sum oftast fangað av Neistaverjuni, og tað vongspælararnir vóru ígjøgnum, bjargaði málverjin ella raktu skotini ikki málið.
Einki riggaði, og tá kontraálopini hjá Neistanum koyrdu sera væl, lá væl fyri hjá heimaliðnum at leggja seg á odda 7-2 tað fyrsta korterið.
Tá tók VÍF time-out. Tað hjálpti, og beinanvegin eftir hetta fekk Jacklin sítt fyrsta mál í dystinum. Men verjan var framvegis óskipað, og onkuntíð sást tú eisini, at tær klumpaðu seg saman í verjuni, so tað komu stór hol í. Tey dugdi Katrin á Neystabø og hinar at útnytta, og Neistin vann hálvleikin so nógv sum 14-8.
Seinni hálvleikur bleiv ikki so góður hjá Neistanum. Nógvir bóltar blivu tveittir av vøllinum ella til VÍF. Tær øktu leiðsluna til 16-9, og tað var størsti munur, sum var á liðunum. Aftan á tað tóku VÍF-kvinnurnar inn á Neistan aftur, og munurin minkaði so líðandi.
Nú var hetta ein steypadystur, og tí hevði hvørt mál týdning. Munurin millum at tapa við trimum ella seks málum kann vísa seg at fáa nógv at siga.
Kanska var tað eisini tað, sum helt VÍF uppi í seinna hálvleiki. Tær fóru at vísa sama vilja, sum Neistin hevði víst í fyrra hálvleiki. Støðan broyttist frá 17-11 til 18-14, 19-16 og 20-18, sum var tað nærmasta VÍF kom.
Í síðsta minuttinum gjørdi Ioana Rapa sítt triðja brotskast í dystinum og fekk tveir minuttir út fyri tað. Inga Danberg setti brotskastið í netið, og Neistin hevði vunnið 21-18.
Ein munur upp á trý mál er ikki so nógv í hondbólti, og tað kann VÍF taka innaftur í Vestmanna annan mikudag. Men tað verður ikki gjørt við einum avriki sum tí í fyrra hálvleiki mikukvøldið. Neistakvinnur kunnu iðra seg um, at tær ikki megnaðu at halda fast í stóru leiðsluni, men í staðin tveittu VÍF ein bjargingarkrans. Men tær kunnu vera væl nøgdar við sítt avrik, serliga í fyrra hálvleiki, tá tað fyrsta korterið í roynd og veru bert var eitt lið á vøllinum. Og um tær halda fram við tí, eiga tær at kunna verja eina trýmálsleiðslu í Vestmanna, hóast VÍF ivaleyst fer at spæla betur til ta tíð.
Neistin hevur bestu kortini til at sleppa í finaluna, har tær ofta hava verið fyrr. VÍF hevur fingið nógv at arbeiða við til seinnu hálvfinaluna, har uppflytararnir skulu vinna við fýra málum fyri at sláa steypavinnararnir frá í fjør úr kappingini.