Fyrr í kvøld var ein dystur í SMS-deildini í hondbólti leiktur í høllini á Hálsi í Havn.
Neistin vann 23-17 á StÍF. Í steðginum var Neistin á odda 12-7.
Marjun Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Drós Ragnarsdóttir og Ingunn Persson skutu trý mál hvør.
Toppskjútti hjá StÍF var Rebekka Zachariassen við seks málum. Erla J. Petersen skoraði fimm mál.
Í morgin klokkan 14 spæla Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.
H71 er oddalið í SMS-deildini við 10 stigum. VÍF og Neistin hava sjey stig hvør. Kyndil hevur fýra stig, Stjørnan hevur trý stig og StÍF er aftast við einum stigi.