Tjaldur-Neistin 20-23 (8-12)
Neistakvinnurnar hava havt ryggin móti múrinum stóran part av árinum, men við sigrum á fyrst VB og nú eisini Tjaldri, eru tær bláu av álvara í ferð við at blanda seg í finalustríðið.
Sigurin í dag varð fyrst og fremst grundaður á eina sterka verju, sum at kalla seyg kreftirnar úr stóru skjúttunum hjá Tjaldri, og so royndu gestirir annars støðugt at koyra ferðina upp.
Og so megnaði Tjaldur ikki veruliga at fylgja við seinasta korterið av báðum hálvleikunum.
Fyri Tjaldur skoraði Adina Petrea 10 mál hesaferð. Trine Mayland skoraði 6 ferðir fyri Neistan.