Neistakvinnur vunnu 20-málssigur á Eiði

Eiðiskvinnur hava fingið eina harða byrjan í SMS-deildini

Í kvøld var fyri fyrstu ferð í hesari øldini dystur hjá EB í bestu kvinnudeildini á heimavølli í ítróttarhøllini á Eiði.

 

EB tók móti Neistanum í SMS-deildini.

 

Neistakvinnur vunnu stórsigur 36-16. 

 

EB var munandi betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Neistin bert á odda 12-9, men í seinna hálvleiki var klassamunur á liðunum.

 

Hetta er annað 20-málstapið á rað hjá EB, ið tapti 18-38 fyri H71 í Hoyvíkshøllini í fyrsta umfarinum, so liðið hevur fingið eina harða byrjan uppá tilveruna sum SMS-deildarlið. 

 

EB-Neistin 16-36 (9-12)

 

Málskjúttar EB: Lea Lisberg 5, Sarita Petersen 5, Olivia Kruse 3, Eyðbjørg Ellingsgaard 2, Karin Kruse 1.

 

Málskjúttar Neistin: Frida H. Jacobsen 10, Sólbjørt Høj 7, Rakul Magnussen 6, Ingunn Kristina Persson 4, Maria P. Nólsoy 3, Sára S. Mikkelsen 2, Hervør Niclasen 1, Lea Mohr 1, Anna S. Mikkelsen 1, Petra A. Larsen 1.