Ein dystur er spældur í Faxe Kondi-kappingini hjá kvinnum í kvøld. Í høllini á Skála tók StÍF ímóti Neistanum. StÍF var noytt at vinna stig fyri at hava møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, men neistakvinnur vunnu greiðan útisigur.
Bert trý lið eru at finna í bólki 1 hjá kvinnum. Sunnudagin løgdu VÍF og StÍF til brots í dysti, sum endaði 26-19 til VÍF. Tí høvdu strandingar knívin á barkanum og vóru noyddir at vinna sær stig í kvøldsins dysti, um víðari luttøka skuldi vera møgulig.
Tað var tó ongantíð nakar veruligur ivi um vinnaran. Longu eftir einum korteri var dysturin mestsum avgjørdur, tá ið neistakvinnur longu høvdu lagt seg á odda 11-3. Hesin stóri málmunurin vaks meir og meir sum dysturin fráleið, og endin var tann, at Neistin vann heili 32-18.
Úrslitið gevur hesa stigatalvuna í bólki 1:
1. Neistin 2 stig
2. VÍF 2 stig
3. StÍF 0 stig
Hetta merkir, at bæði Neistin og VÍF hava tryggjað sær víðari luttøku úr bólkaspælinum, tí StÍF hevur ongan dyst eftir. Sunnudagin hittast neistakvinnur og vestmenningar í høllini á Hálsi, har vinnarin av dystinum vinnur bólkin.