##med2##
So er javnleikur 1-1 í FM-finaluuppgerðunum í SMS-deildini. Neistakvinnur vunnu aðru FM-finaluna í høllini á Skála 25-24 móti StÍF. Í steðginum var Neistin á odda 14-12.
StÍF mátti í kvøld klára seg uttan stórskjúttan, Haruka Gima, men tað megnaðu tær væl eftir umstøðunum og tað gjørdist talan um ein javnan og spennandi dyst.
Nú vera minst fýra FM-finalur. Tann triðja FM-finalan verður í høllini á Hálsi í Havn komandi leygarkvøld klokkan 19. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
StÍF-Neistin 24-25 (12-14) - støðan er 1-1 í FM-finaluuppgerðunum.
Toppskjúttar StÍF: Lív S. Poulsen 8, Karina Høgnesen 6, Paula Berg 3 og Guðrið Ellingsgaard 3.
Toppskjúttar Neistin: Stina Madsen 7, Marjun F. Danberg 6 og Ingun Kristina Persson 4.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu minuttunum av dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Marjuna F. Danberg hjá Neistanum sum heldur, at stuttligasti dystirnir at spæla eru slíkir javnir og spennandi dystir sum hesin. Marjun undirstrikar, at StÍF er eisini eitt gott lið uttan Haruko Gima.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við toppskjúttan hjá StÍF, Lív S. Poulsen sum skoraði átta mál í kvøld. Sjálvatfinningarsom helt Lív tó fyri, at hon kundi gjørt tað betri. Lív greiddi frá, at ígjár var fyrstu ferð, at tær í StÍF vandu uttan Haruko Gima. Hóast saknin av stórskjúttanum er Lív glað fyri, at StÍF megnaði at vera við allan vegin.
4) Hoyr Sjúrð og Teit taka stutt samanum dystin. Teitur heldur fyri, at hetta kann sum einki fara til fimm FM-finalur.