Neistakvinnur koppaðu Tjaldri

Longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki í dystinum millum Neistan og Tjaldur fór Neistin framum og helt fast um leiðsluna, ið at enda bar sigurin við sær. Neistin vann 30-24, eftir 16-12 í hálvleikssteðginum

 

Serliga var Barbara Brauer ein marra fyri verjuna hjá Tjaldri, tí hon skoraði ikki færri enn 15 av teimum 30 málunum hjá Neistanum. Hjá Tjaldri var Adina Petrea toppskjútti við 11 málum.

 

Kyndil gav Stjørnuni mótstøðu

Í Klaksvík tók Stjørnan ímóti Kyndli, og eisini tað úrslitið kundi bent á, at Sunset-kappingin hjá kvinnum í vetur verður javnari, enn hon hevur verið undanfarnu árini.

 

Stjørnan vann, sum væntað, men sigurin var ikki so sannførandi, sum hann mangan hevur verið. Úrslitið gjørdist 32-27 til Stjørnuna, sum var á odda 17-15 í hálvleikinum.

 

Serliga í byrjanini bjóðaði Kyndil væl av og var eitt skifti á odda 7-2. Eitt skifti í seinna hálvleiki var bara eitt mál á muni, men ímóti endanum hevði Stjørnan størri orku og vann.

 

Dysturin í Klaksvík var samstundis eitt stuðulsátak til frama fyri krabbameinsátakið »Stuðlið bróstunum«, og sambært Norðlýsið hevur átakið í sambandi við dystin higartil givið 45.000 krónur.

 

Støðan:

1. Stjørnan 10 stig (5 dystir)

2. Tjaldur 4 (3)

3. Neistin 3 (3)

4. VB 3 (4)

5. Kyndil 2 (3)

6. VÍF 2 (4)

7. StÍF 0 (2)