Neistakvinnurnar vunnu tryggan sigur, tá tær í dag spældu fyri plássinum í hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini hjá kvinnum.
Neistin hevði spælt javnt móti VB í fyrsta dystinum, og tí var kravið í minsta lagi ein javnleikur, um tær skuldu røkka hálvfinaluni. Varð talan um sigur, sum var størri enn níggju mál, fór Neistin framum VB.
Talan gjørdist um tryggan sigur til Neistan, men tað var ikki hetta, sum lá í kortunum fyrsta korterið.
Tað var nevnliga StÍF, sum byrjaði dystin nógv betur, og eftir einum korteri stóð 7-4 á máltalvuni. Seinasta korterið undan steðginum fekk Neistin tó fatur á aftur, og fyrsta korterið eftir steðgin vunnu tær seg upp á 17-10, og so var avgjørt.
StÍF fekk tó avmarkað tapið, so Neistin kom ikki upp á tey níggju málini, sum kundu sent tær á oddasessin. Tað hevði viðført hálvfinalu móti Kyndli, sum endaði sum nummar tvey í hinum bólkinum. Nú verður talan um hálvfinalu móti StÍF, og so er spurningurin, um tað ger stórvegis mun hjá teimum bláu.
StÍF-Neistin 16-23 (9-10)