Kyndil-Neistin 20-26 (8-15):
Talan gjørdist um væntaða trygga sigurin hjá Neistkvinnum, tá tær í dag dystaðust við grannarnar úr Kyndli.
Fyri steðgin var munurin stórur, og hóast tað gekk meira javnt á eftir steðgin, so var Kyndil ongan tíð serliga nær við at skapa nakran spenning.
Hjá Kyndli skoraði Jórun Ludvig 6 mál, meðan Trine Mayland skoraði 8 ferðir fyri Neistin.