Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn
-----
Nú eru loksins útlit til, at ein harðliga tiltrongd ítróttarhøll verður bygd í Vesturbýnum í Havn. Eftir sjey ára togan hevur Tórshavnar býráð nú samtykt at játta hondbóltsfelagnum Neistanum ein leigusáttmála fyri lendi úti við Skeivu træbrúgv á Landavegnum at byggja eina einstaka høll á.
Toganin hevur eitt nú staðið um, antin byggjast skuldi ein vanlig einkult ítróttarhøll ella ein størri høll. Neistin hevur boðið seg fram við eini áhugaverdari miljónmaupphædd at byggja høllina, men teirra útgangsstøði hevur verið ein einkulthøll, meðan annað sjónarmið hevur verið at byggja størri høll.
Tann vansin hevur verið við hesum, at so fór projektið hjá felagnum Neistanum fyri bakka, og Neistin kom sum fráleið at stríðast við ein eigara aftrat, og vit vita jú, at tað kemur sjáldan nakað gott burtur úr at hava fleiri harrar í sama húsi.
Tí er tað sera hugaligt, at eitt einmælt býráð við øllum trettan atkvøðum fyri og ongari imóti samtykti at gera leigusáttmála um lendi til eina einkulthøll í Vesturbýnum.
Tað er sera sjáldsamt, at eitt felag kemur sjálvboðið við eini miljónaupphædd til eina byggiætlan. Neistin hevur í fleiri ár havt einar sjey-átta milliónir tøkar til byggingina. Nú hevur felagið hækkað sín innsats til 10 milliónir krónur, sum svarar til 40 prosent av metta kostnaðinum.
Siðvenjan var, at kommunurnar stuðlaðu slíkum ætanum við 30 prosentum og landið við 30 prosentum. Tórshavnar kommuna hevur fyri árum síðani samtykt at játta síni 30 prosent, men verri hevur gingið við landinum. Seinastu boðini, sum Neistin hevur fingið haðani, eru, at felagið fær ikki stuðul frá landinum til sína hallarbygging.
Tá tú hevur skoðað leikin, sum tryggjaði Klaksvík eina høll aftrat partvís gjøgnum landskassan og seinni hevur verið vitni til leikin um ítróttarhøllina á Sandi, sum landið skal rinda alla, sum hon er, er tað kanska ikki so løgið, at tey, sum liva og búgva í Havn, kenna seg ikki sørt stoytt. Tey liva eisini í Føroyum.
Tað hevur Tórshavnar Býráð eisini tikið støðu til. Býráðið hevur við undirtøku frá hvørjum einasta býráðslimi samtykt at játta Neistanum ein meirstuðul, so felagsins hugaliga ætlan ikki fer fyri bakka, men verður framd.
Hesin stuðul er 7,75 mió kr, og svarar til tað, sum Neistin og kommunan væntaðu, at Neistin fór at fáa frá landinum á sama hátt, sum onnur plagdu at fáa. Afturfyri stuðulin fær kommunan ávís rættindi og veð í høllini, so vissa er fyri, at skattaborgarans peningur er væl farin.
Hallarbyggingin er alneyðug. Trongt er í øllum hallum í Havn. Tað darvar ítróttamenningini og trivnaðarmøguleikunum, og tí fremur Neistin eitt óhoyrt og kærkomið átak við síni høll.
Tað dámar kommununi væl. Vit síggja fram til gott samarbeiði við Neistan um høllina, sum sera skilagott verður bygd í tí ítróttaliga ongan-manna-landinum vesturi í býnum, har hon óivað fer at dugna bæði havnarfólki, heimanfólki og argjafólki.
---