Neistafólk vilja gera sítt

Neistin hevur í dag møguleikan at ogna sær sítt 40. FM-heiti í kvinnudeildin. Áskoðararnir vilja gera sítt til at stuðla

 

Klokkan 16 í dag verður næsta finalan millum kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum blást ígongd. Mikukvøldið vann Neistin fyrsta dystin, og tí kunnu tær ogna sær meistaraheitið, um tær vinna ella spæla javnt í dag.

 

Neistin skrivar á heimasíðu sínari, at tey byrja upphitingina tveir tímar undan dystinum, tá dyrnar í Neista-hølunum í Gundadalshøllini verða lætnar upp.

 

Sum tað sømir seg eini finalu, so verður andlitsmáling, sangur og onnur fyrireking á skránni, áðrenn leiðin verður løgd niðan í høllina.