Neista-venjarin: 32 mál áttu at givið ein sigur (FM1)

(FM1) Neista-venjarin, Arnar Gunnarsson iðrar seg um, at verjan hjá Neistanum ikki var meira stinn í 32-33 tapinum móti Team Klaksvík

##med2##

Neistin slapp eisini at sanna, at Team Klaksvík skal takast í størsta álvara aftaná 32-33 tapið í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. Neistin hevði enntá eina 30-25 leiðslu móti endanum, men teir mistu alt úr hondum og fóru stigaleysir til Havnar aftur. 

Team Klaksvík-Neistin 33-32 (14-16)

Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 12 og Vuk Stevanovic 7.

Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 8 og Julian J. Kragesteen 7. 

Fyri Neista-venjaran, Arnar Gunnarsson er talan um eitt stórt vónbrot. Arnar Gunnarsson heldur avgjørt, at 32 mál áttu at givið ein sigur, og tí er tað eitt vónbrot fyri hann, at verjan hjá Neistanum ikki var stinnari í dystinum í kvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Arnar Gunnarsson aftaná tapið móti Team Klaksvík í kvøld. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá ferðmikla og dramatiska dystarendanum. Hoyr eisini samrøðurnar Sjúrður gjørdi við venjaran hjá Team Klaksvík, Áka Mørk og roynda Team Klaksvík spælaran, Sámal á Tjaldrafløtti. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF72111842711
 NEISTIN82442242010
 H716169139309
 KÍF8202192108
 TEAM KLAKSVÍK7180188-86
 KYNDIL8174210-364
 STÍF8191234-43

(Stutt samrøða við Arnar Gunnarsson, Neista-venjara)