Tvøroyrar Klubbi fær í kvøld vitjan av Neils Band, ið er settur saman av virknum og garvaðum tónleikarum. Manningin er virkin í mongum høpum og bólkurin spælir ikki so ofta, men tó javnan. Serliga er tað á pallinum í Rex í Havn, at bólkurin hevur havt framførslur.
Skráin er sett saman av heilt nýggjum og gomlum kendum tilfarið. Eisini er talan um rock, umframt bleytari popp.
Manningin er Neil Joensen, guitar, Kór, Hjalmar Magnussen, sang, guitar, Dagfinn Olsen, bass, kór og Dánjal Jákup W. Holm, trummur.