Neil Young Tribute á Skarv

Í kvøld bjóðar Skarv eitt danskt coverorkestur, sum spælir tónleik eftir heimskenda Neil Young Kanadamaðurin kendur fyri fleiri folk-rock klassikarar og fyri at vera ein stórur mótstandari av kríggi. Neil Young er kendur fyri at byrja sínar konsertir við at senda eina heilsan til Gorge Bush, meðan hann á pallinum vísir endan fyri gestum sínum.

 

Danski bólkurin á Skarv í kvøld telur heili seks tónleikarar, sum hava spælt saman í nógv ár. Teir framføra sang, trummur, keyboard, bass, guitar, lab/pedal steelguitar, banjo, dobro og munnharmoniku. Tónleikurin kann hoyrast á skarv.info. Tónleikurin byrjar um miðnáttarleitið.