Í kvøld fara teir aftur á pall í REX, menninir í Neils´s Band. Fyri jól høvdu teir eitt brak av einum dansikvøldi á Rex. Og nu eru teir aftur við fullari styrki. Bólkurin er samansettur av garvaðum tónleikarum. Neil Joensen leikar guitar, Hjalmar Magnussen syngur og leikar guitar, Dagfinn Olsen leikar bass og Dánjal Jákup W. Holm leikar trummur.
Á skránni hava teir væl leikandi tónleikararnir tað nýggjasta og eisini góðar gamlar rockarar.