Í kvøld spælir Neil´s Band í Rex í Havn.
Bólkurin sá dagsins ljós í fjør og er mannaður við royndum tónleikarum.
Bólkurin hevur spælt í Havn og í Suðuroynni. Væl hevur ligið fyri. Hetta er 3. framførslan hja bólkinum í Rex. Hinar báðar undanfarnu í desember og januar hava eydnast stak væl. Manningin er kend úr bólkum sum t.d. Blanding, Júmen, Dagfinn og Impulz, Wild Child og Eyðun og Neil.
Bólkurin spælir gott gamalt tilfar og tað nýggjasta nýggja.