Í kvøld fer bólkurin Neil´s Band á pallin í Rex í Havn. Bólkurin hevur verið har nakrar ferðir áður, hóast manningin ikki er so ofta saman,og har hevur sanniliga verið lív í. Rex hevur kókað, tá Neil´s Band hevur spælt nýggjari og eldri tónleik.
Royndir tónleikarar manna bólkin, og teir eru kendir úr øðrum bólkum.
Í bólkinum eru Hjalmar Magnussen, sang og guitar, Neil Joensen, guitar og kór, Dagfinn Olsen, bass og sang og Dánjal Jákup W. Holm, trummur.










