Sangarin verður heiðraður fyri tónleikaligu karrieru sína umframt fyri filantropiska innsats sín. - Fjølbroytnið, listarligt arbeiði og magnetiska upptraðkan hansara á pallinum eru eyðkenni fyri karrieru hansara, sigur Branca.
Seinasta prógvið fyri gávmildi hjá sangaranum vísti seg, eftir orkanin Ike var í september.
Tá lovaði Diamond at geva allar sínar inntøkur frá oktober til ofrini fyri náttúruvanlukkuni.
Í løtuni ferðast hann við tilfari sínum frá seinastu fløguni ?Home Before Dark?, sum kom á gøtuna í mai mánaði og sendi sangaran til tops á amerikanska hittlistanum sum tann elsti núlivandi listamaðurin nakrantíð.
Áður hava MusiCares kosið tónleikastjørnur sum Billy Joel, Bonnie Raitt, Elton John og Brian Wilson sum ársins menniskju.