Neil Armstrong deyður

Amerikanski rúmdarmaðurin Neil Armstrong, sum var fyrsti maður á mánanum, er deyður, 82 ára gamal. Armstrong varð lagdur undir skurð fyri hjartatrupulleikar fyrr í mánaðinum.

Neil Armstrong og felagi hansara Buzz Aldrin vóru fyrstu menn á mánanum, tá teir fóru hagar við rúmdarfarinum Apollo 11 í 1969. Tá hann setti fótin á mánan, segði Armstrong tey kendu orðini "That's one small step for man, one giant leap for mankind".

Neil Armstrong byrjaði hjá Nasa í 1962, og hann gavst tvey ár aftan á mánaferðina. Seinni arbeiddi hann sum professari í verkfrøði.