Nøkur lond við Russlandi og Kina á odda vilja ikki hoyra talan um hernaðarliga upplílegging í Sýrialandi ella øðrum londum í Miðeystri. Talan er um londini í tí sokallaða Shanghai-bólkinum, sum umframt Russland og Kina umfatar Kasakhstan, Usbekistan og Kirgisistan. Iran hevur eygleiðarastøðu í bólkinum.
Russland og Kina hava alla tíðina verið ímóti øllum hugskotum um hernaðarliga uppílegging í Sýrialandi fyri at fáa enda á harðskapinum har, og hóast stórt trýst hava tey bæði londini sýtt fyri at broyta støðu.
ST heldur, at umleið 13.000 fólk hava latið lív í harðskapinum í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaði.