Nei til Oscar

Komikarin Jerry Seinfeld er fleiri ferðir spurdur, um hann vil vera vertur til stóru Oscarvirðislønarhandanina. Hóast hetta er eitt starv, tey flestu sera fegin vildu havt, hevur Seinfeld aftur í ár sagt nei takk.

 

- Um eg eina ferð hevði sagt ja til at verið vertur til Oscarvirðislønahandanina, hevði eg ivaleyst verið spurdur umaftur og umaftur og umaftur hareftir. Tað hevði ikki dámað mær, tí eg haldi, Oscars er eitt so løgið umhvørvið at vera í. Eg eri so heppin, at eg sleppi at gera ting, ið eg haldi vera áhugaverd. Men til Oscars eru øll so spent, meðan tey bíða eftir prísunum, og kunnu tí ikki hava tað stuttligt. Eg vil heldur sleppa at upptraðka fyri nøkrum fólkum, ið vilja og kunna hava tað skeg, sigur Seinfeld frá.