Nei til miðbýarhús við Tinhúsvegin!

? Varðveitið Degn´s Hús

TíÐindaskriv


Borgarar í Tórshavnar kommunu hava tikið stig til at savna inn undirskriftir ímóti ætlanini at flyta tey meira enn 100 ára gomlu húsini hjá Anton Degn, Degn´s Hús, á Tinghúsvegnum og í staðin byggja eini miðbýarhús í fimm hæddum.
? Vit halda, at hesin bygningurin fer at misprýða umhvørvið við Tinghúsvegin, Tinghúsvøllin, Tinghúsið og Vaglið og mæla tí frá, at Tórshavnar býráð gevur byggiloyvi til ætlanina, sigur Ingi Mohr, fyrrverandi býráðslimur. Hann er ein av teimum, ið hevur tikið stig til at savna undirskriftir fyri at mótmæla ætlanini.
Ístaðin verður mælt til at fríðka og varðveita hugnaliga umhvørvið í hjartanum í høvuðsstaðnum, Tí Deiligu Havn.
Bløð at skriva undir áheitanina til Tórshavnar býráð liggja frammi frá 12. til 20 mars í handlum, kioskum, bensinsølum, tænastustovnum, kaffístovum og aðrastaðni.

???????????????????

Fyri stigtakararnar
Ingi Mohr