Sólborg Dulavík
Tey sum sita í landsins hægstu størvum eiga sjálvandi at fáa góða løn, tí tað eru stórar avbjóðingar og skyldur, ið fylgja við starvinum.
Tá hugsað verður um tingmannatalið – 33 fólk, so er tað nokk heimsmet lutfallsliga, í mun til fólkatalið. Haldi sjálv, at ein helvt, t.v.s.17 tingfólk hevði verið betri. Bæði landsbúskaparliga og arbeiðsliga. Búskaparliga, tí tað verður bíligari fyri landið og arbeiðsligari, tí eg rokni við at kjakið hevði verið lyft upp á eitt hægri støði og gjørt orðaskiftið greidligari og meira virkið, og ikki sum nú, at alt verður tagað sundur av so nógvum tingfólki, at málið druknar í onkisigandi sjabbi, og har oftast verður farið eftir ’persónum heldur enn bólti’.
Tá ein hugsar um hvørjir førleikar krevjast at koma á ting, so kann sigast, at ídag er tinggáttin ein av lægstu ’arbeiðsgáttum’, tí har krevjast veruliga eingi prógv um nakað.
Samanlíkna vit arbeiðsrættindi hjá vanligum fólki og tingfólki, so eru tingfólk nógv ørðvísi og betri fyri, tá hugsað verður um samsýningar. Løn, pensiónir, koyripengar, møtiskylda v.m. Øll hesi viðurskifti setir tingfólkið sjálvt í verk, uttan samráðingar og verkfall.
Hesa seinastu tíðina hava vit hoyrt stóra almenna ónøgd um koyripengar og pensiónir. Á vanligum arbeiðsplássum nýtir man lógarfest yvirlit yvir avstandir bygdanna millum og tilsvarandi samsýningar, á sama hátt er við pensiónum, -ógvuliga líkt frá arbeiðsplássi til arbeiðspláss.
Spurningurin er, hví tingfólkið ger egnar skipanir til størri egnan fyrimun og eisini hvat signalvirði liggur í hesum kraddara- og sjálvsøknarlyndi. Sjálv haldi eg tað minka øgiligt um trúvirðið sum fólksins valdi politikkari.
Eisini vil eg koma inn á henda nógv umrødda flatskattin. Til tingkvinnuna Anniku Olsen – takk fyri at tú gert tær ómak at lýsa hvat ein pensionistur fær burturúr flatskattinum! -tað hevur verið lýst bæði á portali og í bløðunum, men tað hevði verið sera áhugavert eisini at sæð, hvat tú og restina av tingfólkinum fær burturúr flatskattinum. Øll fáa vit peningin úr landskassanum. So hevði eg fingið betri innlit í hvør bólkur fær mest burtur úr nýggju flatskattaskipanini.
Eg spyrji til seinast, -er hetta demokrati, tá fjøldin er so ónøgd?
Er tað rímiligt, at tingfólk ’spreingja alla vanliga samsýningarkarmar’ tá um tey sjálvi ræður?
Og byggja vit á eitt kristiligt grundstøði?.
Mær rennur í huga tað sum sagt var um havnamannin sum býtti út,”Eg ein stóran og tú ein lítlan og tú ein lítlan og eg ein stóran” ella orðatakið hjá Fleksness (norskur skemtari), ”eitt er at siga halleluja, eitt annað er at gera tað.”
Eingin skal verða í iva um, at eg ynski alt tað besta fyri okkara land fólk!