Nei til kríggj

Fleiri, sum fyrr hava fingið friðarheiðursløn Nobels, mótmæla nú amerikansku ætlanini at leypa á Irak.

Á einari ráðstevnu í Roma seinastu dagarnar hava heiðurslønarvinnararnir viðgjørt fleiri altjóða spurningar so sum avdubbing, bardagan ímóti yvirgangi, stríðið í Miðeystri og mannarættindini. Í einari yvirlýsing frá ráðstevnuni stendur, at altjóða samfelagið eigur ikki at góðtaka, at kreppur verða loystar við vápnamegi.
Millum teirra, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, eru fyrrverandi sovjetski forsetin Mikhail Gorbatjov, sum fekk friðarheiðursløn Nobels í 1990, og fyrrverandi polski forsetin, Lech Walesa, sum fekk sama heiðurin í 1983. Millum hini vóru eitt nú norðurírska Betty Williams, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1976, og bretin Joseph Rotblat, sum fekk heiðurslønina í 1995.