Innlendismálaráðið noktar Tórshavnar Kommunu at seta upp sokallað hotspots - tað er tráðleyst internetsamband - í Havn.
Tað var býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Levi Mørk, sum í valstríðnum til seinasta býráðsval sum engdi við, at hann vildi seta upp tráðleys internetsambond ymsa staðni í býnum, um hann varð valdur í býráðið.
Men nú er umsíðir svar komið frá Innlendismálaráðnum, og tað svarið er noktandi. Tórshavnar Kommuna sleppur ikki at seta upp hotspotsøki í miðbýnum, tí tað stríðir ímóti kommunulógini.
- Eg fari eg at leggja hetta mál til endaliga støðutakan hjá Tórshavnar kommunu. Eg fari at spyrja, um Tórshavnar kommuna er samd við niðutstøðuni hjá Innlendismálaráðnum, sigur Levi Mørk. Hann heldur, at kommunulógin átti at verið endurskoðað, tí slíkum fer kommunan ikki á heysin av, heldur hann.
- Talan er bert um hækkan av tænastustøðinum hjá kommununi yvir fyri borgarunum. Hetta kann als ikki berast saman við, um kommunan fór upp í fiskivinnuna, sum onkur kommuna gjørdi á sinni, og harvið varð kommunulógin endurskoðað, sigur Levi Mørk.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur arbeitt við hesum máli seinastu tvey árini, og sambært Levi Mørk hevur hon roynt allar møguleikar.
- Men Innlendismálaráðið loyvirikki kommununi at bjóða hesa tænastu, sum er púra vanlig í grannalondum. Ikki serliga hugaligt ikki at kunna bjóða okkara kommunu fram á hesum kanska vanliga tøkniliga øki. Eisini er hetta ikki serliga lokkandi fyri eina kommunu, sum hevur til slagorð í sinari vision »at vera virkin og vakin«. Her hugsi eg serliga um okkara útisetar við ti fyri eyga at faa teir heim aftur, sigur Levi Mørk.
Tað einasta sum higartil er framt á hesum øki er, at Býarbókasavnið hevur 3G tráðlest net til borgaran.
- Tað er at frøast um at eitt nú Landssjukrahúsið hevur hesa tænastu og brýtur onga kommunulóg. Eg fari tí at gera eina roynd aftrat. Og tað verður at fáa málið fyri býráðið til endaliga støðutakan i januar, sigur Levi Mørk, sum vónar, at Innlendismálaráðið ella Dátueftirlitið ikki fer at siga nei til at streama býráðsfundir hjá Tórshavnar Kommunu, um tað skuldi blivið aktuelt.