Nei til heimaarbeiði á jólum

ARBEIÐI Færri danir ynskja at arbeiða heimanífrá millum jól og nýggjár. Lutvíst tí talan er um fýra heilar dagar, og lutvíst tí at serstaki “multimedia-skatturin” hevur ikki gjørt tað so áhugavert longur at arbeiða heima við hús.

Hyggur ein í álmanakkan er skjótt at staðfesta, at jólini í ár eru at meta sum eini arbeiðsgevarajól, tí allir halgidagarnar fella eitt vikuskifti.

Hóast omanfyri 230.000 danir hava arbeiðspláss sítt heima við hús, fara flestu teirra at møta upp á arbeiðsplássi sínum í døgunum millum jóla og nýggjárs, vænta tey í størsta fakfelagnum í Danmark, HK - Handels- og Kontorfunktionærernes Forbund.

- Tað er onkutíð natúrligt, at ein ger brúk av tíðarbilum við halgidøgum at arbeiða heima, men eg haldi, at tað eru færri sum gera brúk av hesum møguleika í ár, sigur Kim Simonsen, formaður í HK við www.alive.dk.

Afturgongdin kemur í stóran mun av, at í ár eru bert fýra arbeiðsdagar, og at fleiri hava latið telduna aftur, orsakað av skattingini.

Tað eru kortini altíð tey ið verða noydd at arbeiða heimanífrá, tí tey ikki fáa børnini ansað hesar dagarnar.

Hóast tað kann vera freistandi at arbeiða heimanífrá í komandi viku, tí ein tá framvegis er partur av jólahugnanum, so er tað kortini ikki altíð tann besta loysnin.

- Ein skal ansa eftir, at ein ikki bara velur at arbeiða heima, tí “tað kundi verið so hugnaligt”. Arbeiðsgevarin væntar jú hóast alt, at arbeiðið verður gjørt, og tí kann tað skjótt enda við stressi, sum so aftur gongur út yvir jólafriðin, sigur Kim Simonsen.