Málið hevur verið til viðgerðar fleiri ferðir, men stígur kom í viðgerðirnar, tá málið hevði verið til hoyringar hjá almenninginum.
Eini 300 fólk mótmæltu, at kommunan ger seg inn á fríøkið fram við Sandá og ætlar at loyva bygging dygst við ánna.
Hesa nýggju støðu hava fleiri býráðslimir í góðum fólkaræðisligum anda tikið til eftirtektar.
Av tí, at útlit var til, at serstaka byggisamtyktin fall á býráðsfundi seinasta summar, varð málið tikið úr býráðnum og beint aftur í nevnd.
Ganga ov nær
Nú hevur málið so verið fyri aftur í nevndini, og meirilutin samtykti ikki at taka undir við at gera serastaka byggisamtykt, sum loyvir at byggja kirkju í hesum viðkvæma øki.
Undirritaði er ein teirra, sum ikki tekur undir við uppskotinum. Orsøkirnar eru fleiri, allar av býarskipanarligum slag.
Tórshavnar kommuna leggur dent á, at tær stóru áirnar í kommununi fáa frið, og at bygging ikki verður framd upp at teimum.
Kortini hevur í hesum máli verið mælt til at geva loyvi til bygging bert 20 metrar frá sjálvari Sandá. Tað er at ganga ov nær.
Noktað loyvi fyrr
Hartil kemur, at Tórshavnar kommuna fyri ikki so langari tíð síðani samtykti at halda fast við, at ein jarðareigari fram við Sandá skuldi missa tað loyvi, sum hann á sinni hevði fingið frá Argja kommunu til at gera eina útstykking.
Høvuðsargumentið fyri at taka hesa játtan frá eigaranum var, at byggingin fór at koma ov nær ánni og fór at ørkymla umhvørvið fram við ánni.
Tá kommunan hevur hildið so fast í einum máli um ikki at loyva bygging fram við Sandá, kann hon ikki brádliga vera leyshent í einum øðrum máli, sum snýr seg um tað sama í sama umhvørvi.
Teir grønu kílarnir
Grønir kílar millum býarpartarnar eru eisini lyklaorð í býarplanlegging í Havnar kommunu. Vit rokna okkum at hava einar sjey av slagnum úr suðri í norður. Tann syðsti er júst Havnardalur allan vegin oman í Sandágerð.
Ein av teimum norðaru eru Hoydalar við Hoydalsá.
Fyri trivnaðin í kommununi hevur tað alstóran týdning, at luftin og grønu økini kring hesar áir verða varðveidd.
Tað skal bara eitt mistak til at oyðileggja hesa ediligu planlegging.
Tíbetur hevur meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini tikið eina skilagóða støðu.
Óivað verða tey vísu í býráðnum eins skilagóð, tá málið aftur kemur fyri har!
Jógvan Arge,
limur í byggi- og býarskipanarnevndini










