Fíggjarkreppan
Henda kreppa leikar um allan heimin og rakti okkara grannar Ísland meira enn dygt. Eg eri sera stoltur av tí avgerð at lata eitt lán til teir, sum er avdráttafrítt tey fyrstu árini.
Trygdarnet undir bankarnar
Eisini var tað ein røtt avgerð at fáa trydarnet undir bankarnar hjá okkum.
Um tað ikki bleiv gjørt, so er eingin ivi í, at kreppan longu hevði herjað í okkara landi, tí peningurin hevði verið fluttur av landinum á tryggari stað.
So okkara landsstýri og løgting hava framt skilagóð tiltøk við hesum.
Fíggjarlógin
500 mió í halli, tað er ikki gott, nei latið okkum leita, hvar kann sparast, tað verður ikki hjá tín meiniga føroyinginum, tí tey stríðast fyri at halda upp á síni hús og annars at klára dagin og vegin. So fingrarnar vekk frá teimum! Hasar skerjingarnar á fíggjarætlanini við umsorgan var skomm, so latið okkum sum skjótast fáa kringvarpsgjaldið og sjúkrakassagjaldið av vegnum, so tað kann hjálpa upp á hjá teimum lágløntu í landinum.
Tað kundi verðið gjørt soleiðis, at tey, sum hava niðanfyri 200 túsund í inntøku fáa hetta frítt.
Annars haldi eg
At samgongan, sum eg eri partur av, skuldi farið og spart á egnum øki ella rættari í landsumsitingini. Hvat við at spara tað burtur, at tey fólkavaldu liggja og reisa við embatisfólki fyri milióna-upphæddir í flestu førum til svartasta onga nyttu?
Latið okkum fólkavaldu sjálvar gjalda, um vit so gjarna vilja sleppa út um landoddarnar, brúkið heldur faxið ella teldurnar at samskifta við ella sendi eitt fólk avstað.
Tú fer inn á hesar stovnarnar, onkur effektiv fólk eru, men helst kundi hesir stovnar halverast við fólki.
Sum brogarstjóri
Havi eg roynt ein stovn, men tað er sum at bróta grót. Tann tú skal tosa við, hon ella hann eru á skeið ella starvsfelagsfundi ella heima hjá sjúkum barni.
Mítt ynski hevði verið, at tey arbeiddu í øllum førum ein dag um vikuna, so kundu tey skeiðast restina.
Nei nei
Ongar byrðar meira á Palluba og Marsannu, so greitt nei til bústaðarskatt og nei til alt, sum kann taka kvørkratak á okkara sjómenn, verkafólk og ikki minst okkara pensjonistar, latið okkum rætta ta skomm, sum var gjørd móti pensjonistum við kringvarpsgjaldinum og sjúkrakassagjaldinum.
Eg harmist stórliga, at landsstýriskvinnan Rósa Samuelsen ikki tók hasi trý uppskotini aftur, tí vit vóru fleiri, sum bóðu hana um tað og stuðlaðu henni.
Tá málið um avgjald á aluvinnuna aftan á málið hjá Rósu, sum aðrir partar í tinginum ikki vildu hava gjøgnumført, tá gjørdi landsstýriskvinnan Annika Olsen kort og greitt, hon tók málið aftur. So nemt var tað.
Tann ungi og framfísni John Johannesen, sum tíðanverri ikki kom at standa á fremstu røð hjá flokkinum tá landsstýrið var valt, sigur soleiðis í eini frágreiðing til tingmanningina:
Javnaðarmál síggjast væl og virðuliga aftur í samgonguskjalinum, hóast tað ikki verða brúkt eins nógv lýsingarorð upp á tey í hesum skjalinum, sum í CHE-skjalinum.
»Men tað er betur at fáa javnaðarmál framd í verki saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, enn at eiga tey á papíri saman við Tjóðveldi.«
Guð gævi at hesi orðini eru røtt sum JJ sigur, so tann meinigi løntakarin, sjómaðurin og pensjunistarnir ikki verða riknir frá húsi og heimi, sum undir síðstu kreppu. Nógv liva enn, um eg kann brúka orðið, í útlegd.
Við javnaðarkvøðu 13. kvøld