Annika Olsen, landsstýriskvinna, Fólkaflokkurin.
Annita á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinnur, Tjóðveldi.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Eyðgunn Samuelsen og Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinnur, Javnaðarflokkurin.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, Sambandsflokkurin.
--------
At venda aftur til fleiri valdømi nú, fer at geva bakslátt í mun til javnari umboðan av kvinnum og monnum á Løgtingi. Hóast framstig eru hend, so liggja Føroyar framvegis í allar aftastu røð tá ræður um javnstøðu í okkara fólkavalda parlamenti.
Í Løgtinginum eru einans 5 av 33, sum er 15%, av umboðunum kvinnur. Vit ynskja eingi stig at taka, sum kunnu fasthalda ella enntá gera støðuna enn verri í mun til parlamentariska undirumboðanina av kvinnum í Løgtinginum.
Vit taka undir við, at ein meting verður gjørd av fyrimunum og vansum við at hava eitt valdømi. Men, at venda aftur til 7 valdømi uttan góðar grundgevingar fyri hesum, er ikki rætta leiðin at ganga. Eitt úrslit av hesum verður púra vist, at tað verður munandi truplari at vinna javnstøðu á tingi. Hetta dokumenterar søga okkara í ólukkumát.
Tað gongur ómetaliga seint at fáa javna umboðan av kvinnum og monnum á politiska pallinum, og vit meta, at gamla valdømisskipanin hevur átt sín part av skyldini. Í gomlu valdømisskipanini var tað so at siga ógjørligt at verða vald á ting, vart tú konufólk og stillaði upp aðrastaðni enn í Suðurstreymi.
Bert einaferð varð kvinna vald í Løgtingið úr Suðuroyar valdømi og bert tvær kvinnur vórðu valdar beinleiðis á ting úr Norðstreymoyar valdømi. Í fýra av gomlu valdømunum varð ongantíð nøkur kvinna vald í Løgtingið.
Í 2004 var kvinnuumboðanin framvegis bert tríggjar av 32, ella 9,4%. Til valið í 2008 vórðu 7 av 33 valdum tinglimum kvinnur – ein búsitandi í Vágunum, ein í Eysturoynni og fimm í Havn.
Sjálvandi ynskja vit so breiða umboðan sum gjørligt – av kvinnum og monnum úr øllum landinum. Men, ein fyritreyt fyri breiðari umboðan er, at kvinnurnar vinna sær munandi fleiri sessir enn í dag. Við einans fimm av 33 ber ikki til at fáa serliga breiða umboðan.
Løgtingið hevur samtykt, at landið skal verða skipað í eitt valdømi. Sostatt hava allir føroyingar í dag høvi at atkvøða fyri tí persóni, tey helst vilja hava at umboða seg á Løgtingi. Skal skipanin broytast aftur, má hetta vera væl fyrireikað, og tryggjast má, at broytingin ikki spennir bein fyri javnstøðu.
Fleiri valdømi nú, fer at tryggja framhaldandi demokratiskum undirskoti av øðrum kyninum á Løgtingi. Hesum taka vit ikki undir við.
--------------------------