NEI til at hækka lønina hjá løgmanni

Andstøðan tekur ikki undir við at hækka løgmans- og landsstýrislønirnar 30 prosent.

Andstøðan tekur ikki undir við at hækka løgmans- og landsstýrislønirnar 30 prosent.

 

Tað er greitt, eftir at álit er skrivað í serligu nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá løgmanni.

 

Andstøðan, sum hevur meirilutan í nevndini, staðfestir, at tað er sera týðandi og alneyðugt at fáa framt broytingar í lønar- og pensjónsviðurskiftunum hjá landsstýrisfólkum og løgmanni. Serliga eru tað ógvuliga høgu pensjónirnar og stóru skattafríu kostnaðarendurgjøldini, ið mugu broytast. Eisini eiga lønar- og pensjónsviðurskiftini sum heild at verða gjørd meira gjøgnumskygd, og eiga landsstýrisfólk, ið fara aftur í Løgtingið, ikki bæði at fáa bíðiløn og løgtingsløn.

 

– Meirilutin tekur ikki undir við at hækka lønirnar hjá landsstýrisfólkum og løgmanni. Hetta er serstakliga óhóskandi, tá vit hava eina samgongu, ið fyrst og fremst hevur økt realinntøkuna hjá háløntum, meðan láglønt hava fingið eina skattarokning umvegis søguliga hækking av pensjónsskattinum. Munurin millum realløn hjá lágløntum og háløntum er tí øktur munandi við førda politikkinum, og hækking av lønum hjá landsstýrisfólkum og løgmanni er eitt framhald av førda samgongupolitikkinum, halda tey fimm andstøðuumboðini í serligu nevndini, Kristina Háfoss, Aksel V. Johannsen, Eyðgunn Samuelsen, Kári P. Højgaard og Poul Michelsen.

 

Heldur enn lønarvøkstur mæla tey til størri gjøgnumskygni. Tey vísa á, at í dag fáa løgmaður og landsstýrisfólk løn og skattafrítt borðfæ. Umroknað og áðrenn skatt samsvarar hetta við um 55.000 kr. til landsstýrisfólk og um 74.000 kr. til løgmann. Borðfæið er í dag í veruleikanum ein partur av lønini, men skipanin skapar óneyðugt ógjøgnuskygni. Meirilutin mælir til, at skattafría borðfæið verður avtikið og í staðin lagt inn í lønina. Hetta soleiðis, at gjøgnumskygni í lønarviðurskiftunum verður størri.

 

Men meirilutin tekur ikki undir við at hækka lønirnar hjá landsstýrisfólkum upp í um  64.000 krónur og hjá løgmanni upp í um 76.000 krónur, so sum uppskotið frá løgmanni leggur upp til.

– Minnilutin mælir tí til, at lønarvøksturin verður tikin úr uppskotinum, siga tey fimm m.a. í álitinum.

 

Bæði løgmaður og nevndin, sum tilevnaði uppskotið fyri løgmann, hava sagt, at talan er um ein samlaðan pakka. Tey hava sagt, at uppskotið ikki má tægast sundur. Annaðhvørt skal uppskotið samtykkjast í sini heild, ella als ikki samtykkjast.

 

Spurningurin er so, hvat løgtingið sigur til tað. Tann avgerðin fellir seinni í dag ella seint í kvøld.