Av gomlum vana leggur Annita tó út við at speireka meg eitt sindur sum mannin, sum bert kann gera nakað til nyttu, tá tað brýtur í bæði borð. Hetta sigur hon, tí eg í míni grein staðfesti, at tá tíðirnar ikki eru til vildar, tá er ofta lættari at koma ígjøgnum við størri og truplari avgerðum, enn tá alt rekur við. Men hetta er bara so. Tá afturgongd er í búskapinum er ofta størri forstáilsi fyri truplum loysnum. Tá tíðirnar eru góðar, so tykist alt knappliga at kunna bíða.
Men sjálvandi skulu vit stýra í bæði góðum sum minni góðum tíðum. Gamalt er at siga, at tað ivaleyst er munin truplari at stýra í góðum heldur enn í ringum tíðum.
Eg royndi í míni grein at lýsa, at tað mangan er truplast at fáa politikarar at síggja, tá vandi er á ferð, og at okkurt má gerast. Hetta sóu við sera týðiliga í kreppuni í 90árunum, har politikararnir vóru millum tey seinastu at fáa eyguni á kreppuna. Men tað var kanska eisini tí, at tað var ikki so lætt at koma við boðum upp á loysnir.
Tað er rætt, sum Annita sigur, at sjálv fíggjarlógarviðgerðin ikki bar so nógv brá av, at landsstýrið hevði eina lidna ætlan um tiltøk í mun til búskaparstøðuna og strukturella hallið. Men stundir vóru ikki til tað. Hin vegin so legði landsstýrið orku í at tálma stóra útreiðsluvøkstrinum. Eg haldi ikki, at eg í hesi grein fari at siga so nógv um viðgerðina av fíggjarlógini í fíggjarnevndini, tí tað fara vit at venda aftur til so ella so.
Men vit arbeiða hvønn dag við hesum áðurnevndu spurningum. Tað er einki sum forðar okkum í at seta tiltøk í verk í einum fíggjarári, um hesi bøta um endaliga úrslitið av almenna rakstrinum. Hugskotini úti hjá okkum á Argjum eru mong, men ikki Annitu at siga, tann stóri spurningurin er ikki hvørji uppskot liggja á borðinum, men hvat undirtøka fæst fyri. Politisk undirtøka er fortreytin fyri, at málini verða loyst.
Annars hevur Annita eina røð av uppskotum, sum eru tikin frá hennara parti av álitinum til fíggjarlógina. Eg taki hattin av fyri tær Annita, at tú hevði so mikið av dirvi, at tú setti tey fram, tí øll eru sanniliga ikki so populer. Hin vegin, so er tað nú einaferð so lætt at seta uppskot fram, tá ein situr í andstøðu, tí uppskotini ikki skulu hava undirtøku frá øðrum enn frá eins egna flokki.
Persónliga taki eg undir við fleiri av tínum uppskotum. Fleiri av tínum uppskotum eru eisini við á tí lista av møguligum tiltøkum, sum eg gangi runt við og royni at sannføra mínar samgongufelagar um. Tað verður vónandi so, at tá tey koma fyri ein dag í løgtinginum, so stendur tú har Annita og stuðlar teimum.
Annars takk fyri tínar viðmerkingar og gott nýggjár.