Nei Sjúrður, Eidesgaard og Hoydal mugu bjarga sær sjálvum

– teir liggja, so sum teir sjálvir hava reitt

Landsstýrismálanevndin gjørdi samvitskufult tað, sum var rætt og rímiligt, hóast tað politiskt/taktiskt hevði loyst seg best fyri meg og Sambandsflokkin at virka fyri at drigið bæði Eidesgaard og Hoydal gjøgnum eina kanning av lásagøluni.

 

Fyri ikki at lata seg villleiða av orðsnildli í málinum um sonevndu “lásagøluna”, er umráðandi, so sum eg vísti á í fyrra aftursvari mínum til Sjúrð Skaale, at skilja millum politik, løgfrøði og moral, og ikki, eins og Sjúrður, tvinna hesi hugtøk saman í ein politiskan vavgreyt.

 

Samantvinnaði sannleiki Sjúrðar

Í aftursvari til mín í bløðunum finst Sjúrður Skaale at ásetingunum í Stýrisskipanarlógini um Landsstýrismálanevndina, sum hevur eftirlitið við, at landsstýrismenn og løgmaður útinna sítt starv á lógligan hátt. Sjúrður hevur tað fatan, at tað ikki er rætt og rímiligt, at Landsstýrismálanevndin er demokratiskt samansett, og soleiðis manna við tveimum samgongutinglimum og einum andstøðutinglimi, sum støðan er í løtuni. Tað er so politiska áskoðan Sjúrðar. Men uttan mun til ábreiðslurnar frá Sjúrði Skaale móti Ladnsstýrismálanevndini, skal verða sligið púra fast, at limirnir í - og løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Landsstýrismálanevndini gjørdu eitt samvitskufult og politiskt óheft arbeiði, tá “lásagølan “ varð viðgjørd.

Tilvitað ella ikki, so “gloymir” Sjúrður at greiða frá, at Landsstýrismálanevndin fyri so vítt er undir eftirliti av Føroya Løtingi, í og við at 2/5 av løgtingslimunum, t.v.s. ein lutfalsliga lítil minniluti, kann tilsíðisseta avgerðirnar hjá Landsstýrismálanevndini og heita á Løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Henda møguleika, ella hesa minnilutavernd, hava Sjálvsstýrisflokkurin og Sjúrður Skaale troytt, men fingu teir eftir øllum at døma meira enn 3/5 av tinglimunum ímóti sær. Sostatt hevur demokratiið talað.

Harumframt “gloymir” Sjúrður at greiða frá, at tað stendur einum og hvørjum – eisini politikarum – frítt fyri at lata løgregluni fráboðanir um lógarbrot. Hettar sjávlsagt treytað av, at talan er um lógarbrot, sum verða átalað av tí almenna, ella í ávísum førum, at almenna átalan er treyta av kravi um átalu frá tí órættaða partinum. Eg loyvi mær enn einaferð at vísa á, at tað kann tykjast sera undrunarvert, at partarnir í sonevndu “lásagøluni” ikki hava troytt hendan møguleikan, tá teir siga seg vera so sannførdar um, at eitthvørt ólógligt er farið fram.

Eisini “gloymir” Sjúrður at greiða frá, at tað ber til hjá einum og hvørjum – eisini politikarum - at stevna sivilrættarliga, eitt nú um talan er um ærumeiðing. Eisini her kann tað tykjast sera undrunarvert, at partar, sum sambart Sjúrði, í nevnda máli kenna seg alment ærumeiddar við baktalilsum og og lygnum, ikki stevna.

Bæði Landsstýrismálanevndin, nevndu 2/5 av løgtingslimunum í hesum føri, løgreglan og sivilrætturin viðgera ítøkilig lógarbrot. Hvat viðvíkur morali, poliskum lygnum, politiskum baktalilsum, følskum politiskum skuldsetingum og politiskari útspilling, sum Sjúrður samantvinnar við løgfrøði og moral, er tað, sum áður víst á, bert veljarin, sum kann døma politikararnar. Soleiðis er veruleikin.

 

Politiskur taktikkur og loyalitetur

Sjúrður Skaale vil vera við, at er tað nakað, sum stýrir politikarum, so er tað floksloyalitetur. Samstundis leggur hann meg sum sambandsmann undir at vilja bjarga einum javnaðarmanni undan einari kanning. Hvussu hettar hongur saman er ilt at skilja.

Skuldi talan veri um floksloyalitet, hevði tað fyri Sambandsflokkin politikst/taktiskt uttan iva verið skilabest at drigið bæði Eidesgaard og Hoydal gjøgnum eina kanning av lásamálinum, og harvið drigið báðar floksformenninar gjøgnum tað negativu fjølmiðlaumrøðu, ein slík kanning hevði havt við sær. Eg eri onga løtu í iva um, at uttan mun til, hvørja niðurstøðu ein kanningarstjóri hevði komið til, høvdu politisku tapararnir í einum slíkum máli verið teir báðir floksformenninir, sum “lásagølan” snýr seg um.

At tað harumframt hevði verið til stóran skaða fyri álitið á føroysku politisku skipanina, at hildið áfram at válka sær í hesum máli, er so ein onnur síða av sama máli.