Tá ið 20,1 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, sá nei-siðan út til at vinna greiðan sigur á evruvalinum í Danmark í dag.
54,4 prosent siga nei, meðan ja-síðan bert fekk 45,6 prosent av atkvøðunum.
Bæði politikkarar og serfrøðingar eru nú samdir um, at danir hava vrakað uppskotið um evruna, og at teir heldur vilja varðveita krónuna.
Talan er um ein so stóran part av atkvøðunum, at eingi útlit eru fyri, at støðan fer at broytast, áðrenn allar atkvøðurnar eru taldar.
Á Christiansborg er lagið sera gott í flokkunum, sum hava mælt fólkinum til at vraka evruna, meðan lagið gerst alsamt verri í hølinum hjá danska Javnaðarflokkinum og hinum ja-flokkunum.
Danir hava meldað greitt út, og hetta má danski forsætisráðharrin taka til eftirtektar saman við hinum stóru flokkunum, sum mæltu veljarunum til at atkvøða fyri evruni.
Tað, sum hevur loypt størsta hvøkkin á politikkarar og onnur á Christiansborg er, at nei-síðan sær út til at vinna atkvøðugreiðslina so sannførandi.
Hetta er ikki tað, sum veljarakanningarnar frammanundan fráboðaðu.