»Nei, nu gjælder det om at holde kjæft«

Jóannes Eidesgaard
-------------

Tá Noreg vann sær fult og endaligt fullveldi í 1905, var spenningurin sum vera man sera stórur um, hvussu alt fór at ganga. Tjóðarskald Noregs Bjørnstjerne Bjørnson helt seg ikki vera nóg innalaga í øllum telvingum, og tí sendi hann Statsråd Michelsen eitt telegramm, har hann segði: “Nu gjælder det om at stå sammen.” Michelsen, sum var greiður yvir, at politiska tilgongdin var sera trupult og tí ikki hevði fyri neyðuni, at ov nógvir kokkar koma framat grýtunum, sendi Bjørnson eitt telegramm aftur, har hann segði nú kendu orðini. “Nei, nu gjælder det om holde kjæft.”

Sjálvandi hava vit talu- og skrivifrælsi. Tað skulu vit altíð virða - eingin ivi um tað. Men við hvørt kann tað loysa seg ikki at fara út um allar geilar við trupulleikum, sum enn ikki eru endaliga loystir.

Fíggjarlógartilgongdin er trupul og altíð sera viðbrekin. Nógvir kamelar skulu svølgjast serliga í tíðum, har útgjarðingar eru avloystar av sparingum og tiltøkum, sum tey flestu hava til endamáls at tálma einum alt ov stórum halli. Tí er tað als eingin orsøk til, at vit í samgonguni nú fara út í fjølmiðlarnar og skjóta hvønn annan niður um tiltøk í einum enn ikki lidnum uppskoti. Andstøðan og eisini onnur kunnu saktans gera tað arbeiðið fyri okkum.

Kanska skuldu vit, til vit hava eina semju um fíggjarlógina, gjørt sum Statråd Michelsen.