Nei nú skemtar jokarin?

  

Páll á Reynatúgvu
Fíggjarnevndarlimur og framsøgumaður tjóðveldisfloksins í fíggjarlógarmálum
??????????????

? tá ið hann roynir at fyrigykla føroya fólki at Tjóðveldisflokkurin, Listaskúlin og undirritaði, eru orsøkin til at Musikkskúlin ikki fær lovaðu C-vitaminirnar frá Javnaðarflokkinum.
Men John Johannesen hevur púra rætt í tí, at fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni, ikki hevði eina einastu krónu til Listaskúlan í Sandoynni, hóast eisini javnaðarflokkurin lovaði Listaskúla í Sandoynni í valstríðnum. Tað vóru heldur ikki av-settir pengar til kvøldtúrar hjá Teistanum. Ei heldur til ábøtur við ferjuleguna í Skopun. Ella liðugtgerð av vegnum til Gomlu Rætt?
Tí gleðir tað meg at John Johannesen greiðir føroya fólki frá, og ikki mist Sandoyingum, at tað ikki er samgongan og javnaðarflokkurin, sum hevur raðfest Listaskúlan, kvøldtúrararnar hjá Teistanum, ella ábøturnar á ferjuleguøkið í Skopun, men at tey eru íkomin í fíggjarnevndarsemjuni, millum andstøðuflokkarnar Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og samgonguumboðini í fíggjarnevndini. So skuldi ikki verið so trupult at gitt hvør faddurin er? Løgtingið samtykti síðani við stórum meiriluta uppskotið um fíggjar-lógarsemjuna. Eisini John Johannesen.

Semjur sum ikki halda
At Jógvan á Lakjuni og John Johannesen nú royna at ganga frá einari fíggjarlógarsemju, er ikki gott tekin, nú nýggj fíggjarlóg skal smíðast í heyst, men at fara eftir íløgukrónunum sum fíggjarnevndin raðfesti til Listaskúlan, og brúka tær til raksturin hjá Musikkskúlanum, er at fara um rímilig politisk mørk.
Sjálvt ikki eftir at álitið frá fíggjarnevndini varð lagt fram, gjørdi landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni vart við nakra ser-liga støðu hjá Musikkskúl-anum, og tískil varð eingin króna til Musikkskúlan í broytingaruppskotinum til 3. viðgerð, har samgongan valdi at dýrka raksturin av samfelagnum við 20 mió.kr. Einum uppskoti sum Tjóðveldisflokkurin ikki tók undir við.

Fíggjarnevndarskjøl
Tað er tí einki sum bendir á, at tað er rímiligt hjá fíggjarnevndini at viðgera eitt fíggjarnevndarskjal sum hetta. Fíggjarlógin varð samtykt fyri 2 mánaðum síðani, og landsstýrismaðurin hevur kent sín fíggjarliga karm. Hann skal hann halda seg til og laga sítt virksemi eftir. Onki serligt, onki bráðneyðugt og ókent, onki sum rakar nakran einstakan borgara órættvíst. Onki er í lógini sum bendir á, at fíggjarnevndin skal fyrihalda seg í hesum málinum so stutt fyri Ólav-søku.

Lista og ítróttarskúli
Farna samgongan arbeiddi við einari ætlan um at gera Lista og ítróttarskúla í Sandoynni, og varð fundur við allar kommunur í oynni um ætlanina. Allar kommunur vóru jaligar fyri ætlanini. Og tí legði undirritaði vegna tjóðveldisflokkin, fram uppskot í vár, sum varð ein verklagslóg til bygging av lista og ítróttar-skúla, og ikki bara ítróttarskúla, sum John Johannesen førir fram. Tað tykist sum allar smáar lygnir telja.
Samgongan grundgav tá við at tað varð óheppið at hava list og ítrótt á sama skúla og í eini roynd at møta samgonguni valdi eg tá at venda aftur til upprunaligu ætlanina um Listaskúla í Sandoynni, men samgongan feldi uppskotið uttan grundgevingar. Eitt álit er gjørt um Listaskúlan og umboð fyri nógvar listagreinir vóru við í evnanini av álitinum. Álitið er eitt gott grundarlag fyri projekteringini av Listaskúlanum.
Men aftur her sníkir lítla lygnin seg inn í greinini hjá jokaranum. Nú eitur tað, og eg siteri: ?ætlanin við Listaskúlanum í Sandoynni er ikki komin so mikið langt, at brúk er fyri teimum 500.000 krónunum? Lat meg sláa fast at tær 500.000 kr skulu nýtast til at projektera Listakúlan fyri, og at hettar væl letur seg gera í inniverandi ári, og skal gerast, tí tað er løgtingsins vilji.

Lyftir sum ikki halda
Tað er ómansligt av John Johannesen at lasta øðrum fyri at hann og javnaðarflokkurin, ikki halda síni vallyftir. Journalistiskt uppvaksin á Sosialinum, er einki at siga til at sannføri og rættleiki er ein skeikla og rótleys tilvera langt frá grundleggjandi journalistisku princippunum, og har tað at sannføra, eisini um tað ósanna, er gerandiskostur, bara tað tænir javnaðarflokkinum.
Ein sandingur valdi einaferð í svørtum skemti, at geva einari konu eina samanplanting av urtapottablómunum hjá einari aðrari, og mær tykir at tað er júst tað sama sum jokarin her ger, bara í ramasta politiska álvara.
At geva Musikkskúlanum aftur tað sum hann hevur havt frammanundan, er rímiligt, men hevur einki við c-vitaminir at gera. Men at seta Musikkskúlan upp ímóti einum komandi Listaskúla í Sandoynni er óneyðugt, og tænir hvørgum av hesum góðu tiltøkum.
Hvussu John Johannesen og Sosialurin velja at viðgera politikaran og persónin Páll á Reynatúgvu er óneyðugt at viðmerkja til, men jokarin kann við hesum lættkeypta framferðarhátti, skjótt enda sum ein politisk joke.