Nei Kaj

Nú er nóg mikið sagt um, hvat onnur skulu gera fyri at fáa kassan at ganga upp.

Aftur nú eru álop móti teimum alment løntu, og hesa ferð frá sjálvum løgmanni. Eg var ikki sørt skelkað, tá eg hoyrdi hesa hørðu røddina í útvarpinum, og eg havi ikki hoyrt løgmann illan fyrr. Eg skilji als ikki álopið heldur.
Tað, løgmaður ger, er, at hann leggur eitt trýst á øll alment lønt starvsfólk og skýrir tey ikki at vísa samfelagssinni ella samhaldsfesti. Eg ímyndi mær, at øll, sum hoyrdu hetta álopið, fáa eina keðiliga kenslu mótvegis alment løntum. Tað er manga staðni so, at fólk halda, at alment lønt eru tey, sum arbeiða í Havn, og at hesi hava eina so høga løn, at tey áttu at skamma seg fyri ikki at lata ein part av henni til aðrar samfelagsbólkar.
Rættiliga stórur partur av teim alment løntu eru kvinnur við lítlari ella ongari útbúgving. Nógvar av hesum kvinnum eru stakir uppihaldarar; og mánaðarliga byrjunarlønin fyri eitt fulltíðarstarv hjá hjálparfólki í Pedagogfelagnum er 18.273 kr um mánaðin. 2/3 av øllum starvsfólkunum á landsins dagstovnum eru hjálparfólk. Fyri ein námsfrøðing, sum hevur nomið sær eina 3½ ára langa útbúgving, er byrjunarlønin 22.934 kr. Hetta er sambært seinstu lønarhækking, sum kom í gildi tann 1.oktober 2009. Nógvar av hesum kvinnum hava ikki møguleika at fáa eina fulla mánaðarløn, tí tað eru so fá fulltíðarstørv. Sostatt mugu tær ofta klára seg við einari løn svarandi til 75%.
Tað eru ikki fakfeløgini, sum hava strongt á fyri at fáa ein 4 ára sáttmála í hús. Tað var álagt feløgunum at skriva undir longri sáttmálar, enn feløgini eru von við, og eisini longri, enn ráðiligt er. Sum plástur á sárið fingu feløgini í boði, at samráðingar kundu takast upp í sáttmálaskeiðnum, um mett var, at prísvøksturin var ov høgur í mun til lønarkarmin. Oljuprísurin fór upp í topp, og kostnaðurin á húsarhaldsvørum fór upp við fleri prosentum. Tá so roynt varð at samráðast um eina regulering av lønini, varð hurðin latin aftur.
Nú hava politisku raðfestingarnar - ella manglandi raðfestingar - sett tey fólkavaldu skák mát, og meina tey nú, at løntakarin hjá tí almenna skal gjalda fyri teirra mistøk. Lættari hevði verið at funnið ein samhaldsfastan anda millum fakfeløgini og politisku skipanina, um ynski vóru gingin á møti báðar vegir. Tá ið samráðst var um ein møguligan lønarniðurskurð, vóru eingi lyfti givin um, hvat ein møguligur lønarniðurskurður skuldi brúkast til. Um pengarnir fóru til sosialar tænastur ella vælferðartænastur ella til tunnlar. Tí var eingin áhugi fyri hesum.
Kostnaðurin fyri at liva í Føroyum og forsyrgja sær og sínum børnum er methøgur. Neyvan er nakar gulldansur í heimunum hjá einum vanligum alment løntum løntakara. Eg vil her vísa á, at sparingar, sum longu eru farnar fram á hugsandi og óhugsandi økjum á almenna økinum, eisini tyngja húsarhaldini hjá fleiri av hesum somu løntakarum. Tey, sum hava børn við breki, tey, sum hava tørv á dýrum heilivági, tey, sum hava sukursjúku, og tey, sum eru fyritíðarpensjonistar, ja eg kundi blivið við.
So góði Kaj, tak nú í egnan barm fyrst og hugsa um, hvør tað er, sum ber tær høgu almennu lønirnar, er tað tú ella mamman við trimum børnum, sum arbeiðir sum hjálparfólk á einum dagtovni?