Hetta er besta tíðspunkt sum er at spæla á festivali, og tí var spæliplássið á tremur, hóast eingin ordiliga vitsti, hvat fór at henda. Fá mundu havt væntað eitt sovorðið undarligt bland av sjálvpíning og óráðtøkni.
Helzapoppin leggja stóran dent á at kalla seg eitt sideshow; altso. at tey framføra ikki gandakynstur, har gyklað verður fyri fólki. Tað, tú sært, er júst tað, sum hendir. Ætlaða styrkin í showinum eru teirra eginleikar at gera tílíkt, sum vanlig fólk ikki megna - ella kanska enn meir: at gera tílíkt, sum vanlig ikki høvdu kunna funnið uppá at gjørt.
Meira enn helvtin av tíðini fór við Zamora the Torture King - sokallaða torturkonginum. Hann kom á pall við jøvnum millumbilum, og hevði hvørja ferð hættsligari og hættisligari mátar at fara illa við sær sjálvum. Frá at eta eldlogar, fór hann til at tyggja eina knústa ljósperu. Hann legði seg seinni á knúst glas, og fekk ein festivalgest at hoppa uppi á sær. Áskoðararnir vóru satt at siga deildir ímillum eitt ynski um at fáa mannin at gevast, og forvitni um, hvat í allari víðu verð fór at henda næst. Til endans kom hann á pall við einari rúgvu av jarnpinnum, sum hann trýsti ígjøgnum armarnar, og ein ígjøgnum undirmunnin. Hetta var drigið út í eina óendaligheit, og tað var meira enn nakað annað ein sannur lætti, táið hann endiliga gavst. Drongurin aftanfyri meg gav ljóð til kensluna hjá flestu áhoyrarunum, táið hann rópti “nei, hetta er ólekkurt!”
Harafturat undirhelt verturin við at trýsta majskorn upp í nøsina, og fáa tey útaftur ígjøgnum eyguni. Og ikki at gloyma við at trýsta eitt skrúvublað langt upp í nøsina.
Nokk mest atkomiliga undirhaldið hendan tíman var ein førur maður úr Budapest, sum balanseraði alt frá einum samanrukkaðum pengaseðla til ein bakarovn á andlitinum. Stuttligast var táið hann bjóðaði einum smádrongi upp á pallin og bað hann seta seg á ein stól. Hann lyfti so bæði stól og drong upp um høvd og javnvigaði hann á andlitinum.
Í stóran mun var tað torført at gera av innan í sær sjálvum, um framførslurnar vóru flottar, stuttligar ella bara ótespiligar. Óvanligar vóru tær í hvussu er. Kvinnan í kallar seg Maegan Machine vendi rygg til, og verturin tveitti dartpílar eftir henni, so at teir stóðu fastir í bakinum. Og fólk klappaðu. Ein lítil maður kom á pall, og at síggja til var hansara einasta uppgáva at standa har og vísa, at hann hevði nógv hár um alt høvdið. Og fólk klappaðu.
Hetta var langt frá tað besta, sum var á G!, men fólk flest tyktust at vera undirhildin - nokk mest av øllum tí at tað var so ótrúliga margháttligt, tað heila. Sigast má so eisini at hetta var besta tíðin at framføra. Klokkan 1:00 leygarkvøld er fjøldin á Spæliplássinum altíð tendrað og við uppá tað, líkamikið hvat hendir á pallinum. Hetta sóðu vit til dømis betri enn nakrantíð táið Johnny Reimar framførdi júst hetta tíðspunktið fyrraárið.
post@sosialurin.fo
Myndatekstur
Í stóran mun var tað torført at gera av innan í sær sjálvum, um framførslurnar vóru flottar, stuttligar ella bara ótespiligar. Óvanligar vóru tær í hvussu er.
Myndir: Jens Kristian Vang